Nú er endaliga avgjørt, nær tey 12 kommunalu jólatrøini verða tendrað.
Niðanfyri er eitt yvirlit yvir nær og hvar, hvør fer at spæla og hvørji halda røður.
Jólatræið á tinghúsvøllinum verður tendrað leygardagin 30. november kl. 15.30. Havnar Hornorkestur spælir, Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Derhard Jógvansson, prestur, halda røður. Aftaná letur ísvøllurin upp.
Í Kirkjubø verður jólatræið tendrað fríggjadagin 6. desember kl. 17. Frelsunarherurin stendur fyri tónleikinum og Ingibjørg Berg, kommunustjóri, og Elisabeth Joensen frá Frelsunarherinum halda røður.
Jólatræið í Kaldbak verður tendrað leygardagin 7. desember kl. 15.30, GHM spælir og Halla Samuelsen, býráðslimur, og Sverri Steinhólm, prestur, halda røður.
Á Velbastað verður jólatræið tendrað leygardagin 7. desember kl. 16. Har spælir Havnar Hornorkestur. Jón Brian Hvidtfeldt, tíðindamaður, og Bergur Debes Joensen, prestur, flyta fram røður.
Á Argjum verður jólatræið tendrað við brúnna um Sandá leygardagin 7. desember kl. 17. Har spælir GHM og Bjørghild Djurhuus, býráðslimur, og Bergur Debes Joensen, prestur, flyta fram røður.
Jólatræið á Hvítanesi verður tendrað niðri í bygdini kl. 18 leygardagin 7. desember. Har fer Havnar Hornorkestur at spæla og Jákup Dam, býráðslimur, og Bergur Debes Joensen, prestur, halda røður.
Í Norðradali verður jólatræið tendrað við skúlan leygardagin 7. desember kl. 18.30. Har fer GHM at spæla. Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri, og Sverri Steinhólm, prestur, fara at halda røður.
Í Nólsoy verður jólatræið tendrað sunnudagin 8. desember kl. 17. Havnar Hornorkestur spælir og Marin Katrina Frýdal, býráðslimur, og Sverri Steinhólm, prestur, halda røður. Í sambandi við haldið siglir Ternan úr Havn kl 16.20 og úr Nólsoy aftur kl. 19.25.
Jólatræið í Hoyvík verður tendrað við skúlan sunnudagin 8. desember kl. 17.30. Har spælir GHM og Jógvan Arge, býráðslimur, og Uni Næss, dómpróstur, halda røður.
Í Kollafirði verður adventshugni í skúlanum kl. 15 sunnudagin 8. desember og jólatræið verður tendrað aftaná, umleið kl. 16. Helena Dam á Neystabø, býráðslimur, og Marjun Kálvalíð, prestur, halda røður.
Í Hesti verður jólatræið tendrað sunnudagin 8. desember kl. 15.30. Har fer Frelsunarherurin at spæla, Jørmund Zachariassen og Palli Petersen frá Frelsunarherinum fara at halda røður. Teistin siglir av Gomlurætt kl. 14.30 og úr aftur Hesti kl. 17.35.
Í Syðradali verður jólatræið tendrað hjá Thorvald og Anni leygardagin 14. desember kl. 18. Har fara musikkskúlalærarar at spæla, og Sigrun Mohr, býráðslimur, og Heri Joensen, prestur, fara at halda røður.