Jólatræ
Sum vant, so verður jólatræið á Vaglinum í Havn tendra leygardagin fyri 1. sunnudag í advent.
Seinastu dagarnar hava fólk hjá kommununi pyntað um býin. Ljósperur, grannbendlar og jólastjørnur seta nú sín jóladám á gongugøtuna, og nú skuldi bert verið eftir at tendra sjálvt træið. Og tað verður gjørt kl. 15.30.
Men tað er ikki sum at siga tað, at tendra eitt so høgt og stórt træ. Tí hevur høvuðsjólamaðurin heitt á aðrar jólamenn og vættrar at vera sær til hjálpar. Stigabilurin hjá Tórshavnar Sløkkiliði, ið hevur ein 30 metrar langan stiga, og gamli brandbilurin frá 1937 eru eisini boðsendir at verða á Vaglinum, tá ið jólatræið verður tendrað.
Fyri at koma í rættan jólahýr fer Havnar Hornorkestur at spæla nøkur jólaløg.
Umframt jólamenn, vættrar og jólatónleik fara Sverri Steinhólm, prestur, og Heðin Mortensen, borgarstjóri at bera fram jólaheilsanir. Og eftir at træið er tendrað, fara Ung Sjtørnuskot at syngja á Káta Horninum.
Hini jólatrøini í kommununi: á Argjum, á Hvítanesi, á Velbastað, í Kaldbak, í Hoyvík, í Norðradali, í Syðradali, í Kollafirði, í Nólsoy og í Hesti verða tendrað næsta vikuskiftið.