Tennis-tøl við Løkin

Móti einum ÍF-liði, sum tykist mergsogið fyri sjálvsálit, fekk NSÍ lættari prosess, enn dysturin í veruleikanum gav teimum rætt til

Fótbóltur

Ringa ringrásin hjá ÍF tykist veruliga vera farin í sjálvsving. Eftir tapið fyri VB í botndystinum seinast, var kravið um stig nærum eirindaleyst, tá farið varð á vøllin við Løkin. Enn er kanska langt eftir á mál, áðrenn Formula-kappingin er liðug, men sum kappingin hevur lagað seg, er vandin fyri avbyrging vorðin meira enn bara hugsandi hjá fuglfirðingunum, fáa teir ikki savnað sær nøkur stig hampuliga skjótt.

Ein skriðja og onnur
Tá talan er um ringa ringrás, so krevst ofta okkurt slag av succés-uppliving, um sleppast skal úr hesum, og í so máta kundu fuglfirðingarnir neyvan ynskt sær betri byrjan.
    Bara tveir minuttir vóru farnir, tá Atli Petersen legði fuglfirðingarnar á odda, og fyri tað nógva eydnaðist eisini at halda fast um góðu støðuna, sum teir við hesum høvdu skapt sær.
    Fram til hálvan hálvleikin megnaðu fuglfirðingar eisini at halda fast. Men so gekk galið. Orðafellið sigur, at har ein skriðjan er lopin, er onnur væntandi, og soleiðis var eisini hjá ÍF-liðnum, sum tykist vera fullkomuliga punkterað
    Bara tríggir minuttir vóru millum útjavnanina og leiðslumálið hjá NSÍ. Og tá dysturin veruliga skrædnaði eftir steðgin, var sama søgan. Tá Óli Hansen sum gjørdi reint hat-trick í álopinum økti til 3- og 4-1, gingu bara tveir minuttir millum málini, og tað sama var søgan, tá Christian Høgni Jacobsen rundaði dystin av.
    Tá var spælið eisini follið somikið saman hjá ÍF, at málini nærum rullaðu inn eftir vild. Ikki endiliga tí teir spældu so út av lagi vánaligt, men kanska meira, tí luturin hjá teimum var tann so eyðkendi hjá einum botnliði. Nevnliga at øll mistøk tykjast kosta mál, og tá er trupult hjá spælarunum at halda høvdinum uppi.

Við aftur
Hjá NSÍ er støðan nú ein heilt onnur. Krepputosið, sum gongd kom á eftir fyrstu umførini, tykist nú vera beint av vegnum. Málið um níggju stig í trimum dystum varð kanska ikki rokkið, men sjey av slagnum er heldur ikki at forkasta.
    Og megna Trygvi Mortensen og hansara menn eisini at fáa fulla úrtøku, tá Skála kemur á vitjan um góða viku, fer talvan skjótt at síggja heilt áhugaverd út fyri teirra viðkomandi.