Tepur stórsigur

Tað var ikki fyrr enn seinastu minuttirnar, at VÍF ognaði sær sigurin á Neistanum

Hondbóltur
Jákup Mørk

Millum eginleikarnir, sum eitt oddalið í hondbólti skal hava, eru tað serliga tveir, sum ofta gera av, hvør verður vinnarin eftir 60 minuttir.
Tann fyrri er orkan. Ein gamal sannleiki er, at um tú ikki orkar at spæla, so dugir tú heldur ikki, og tað sigur seg sjálvt, at grundstøðið í orkuni skal vera hampuliga høgt, um tú skalt stríðast í 60 minuttir á tamb.
Seinni eginleikin er minst líka týðandi. Nevnliga tann at halda høvdið kalt í avgerandi løtunum. Oftani verður tikið til, at hondbóltsdystir mest sum altíð verða avgjørdir seinastu 10 minuttirnar, tí tað er her, at mistøkini av álvara sýna, hvør parturin kann halda høvdinum kalt, og ikki minst, hvør parturin hevur orku til at seta eyka á seinastu løtuna.

Bronsan í vanda
Kvinnudysturin í Vestmanna var ein av teimum, har júst hesir báðir eginleikarnir komu týðiliga til sjóndar. Fyrstu 50 minuttirnar høvdu Neista-kvinnurnar hildið VÍF í stuttum tjóðuri.
Kanska var tað meginpartin av tíðini so, at tað var VÍF, sum var frammanfyri, men heilt leysar sluppu tær tó ongantíð. Okkurt skifti hevði munurin annars verið eini fýra mál, men hvørja ferð VÍF hevði hug at toga seg avstað, svaraðu tær bláu aftur. Ikki minst takkað verið Susan Brockie, sum hendn dystin sýndi, at tað so sanniliga ikki bert er í verjuni, at hon hevur gott hegni sum hondbóltsleikari.
Stóran part av seinna hálvleiki var tað kanska eisini Neistin, sum var størsta hóttanin. Tær fingu í løtum verjuna at rigga heilt væl, og tá tær við tryggum álopsspæli ikki góvu VÍF møguleika til drepandi kontra-spælið, mundu heimaáskoðararnir í longum løtum sita sum á nálum, nú tað kanska eisini bendi tann vegin, at heldur ikki bronsan skuldi gerast til nakað í ár.

Grundleggjandi lærdómurin
Fleiri ferðir hevði Neistin hótt við at fara framum, men tær komu ikki longur enn upp til javnt, og so var tað, at hatta við at halda høvdinum kalt gjørdist aktuelt.
Neistin hevði annars vunnið seg upp á 25-25, tá VÍF svaraði aftur við tveimum málum á rað. Enn vóru tíggju minuttir eftir at leika, men skal metast eftir spælinum hjá teimum bláu, so vóru tað kanska bert tveir minuttir eftir. Full ferð ? meira enn leikararnir megnaðu ? varð sett á, og fleiri ferðir á rað gav hetta úrslit í mistøkum, sum VÍF væl og virðiliga fekk gjørt sær dælt av.
Neistin skoraði bara eina ferð afturat, tað sum eftir var av dystinum, og so hvørt sum sekundini daralaðu uppeftir, fall mótið hjá Neistanum bara niðureftir.
Seinastu løtuna tóktist tað, sum vóru leikararnir longu ávegis undir brúsuna og til Havnar, men tá var tað heila avgjørt kortini. VÍF fekk ein sigur, sum í tølum gjørdist nógv tryggari, enn hann í veruleikanum var, og ognaðu tær sær við hesum bronsumerkini. Neistin fekk ein skúlatíma í lærdóminum um, hvussu stórur týdningurin av teimum báðum hornasteinunum í hondbóltsspælinum er.
A: At kropsliga orkan er nóg stór.
B: At halda høvdinum kalt, tá mest stendur á.

Dysturin í tølum
VÍF-Neistin 35-26 (17-14)
Málskjúttar
VÍF: Ioana Rápa 13(5), Sóley Mikkelsen 8(1), Fríða Marjunardóttir 6(1), Nicolina Eyðbjørnsdóttir 4, Jacklin Durhuus 2, Irina Radovici 2
Neistin: Simona Dziugyte 9(3), Lina Andriulyte 6, Susan Brockie 5, Marjun Tróndarson 4, Lív Sørensen 2(1)
Brotskøst: VÍF 7, Neistin 8
Útvísingar: VÍF 5, Neistin 3
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum. Góðkent avrik uttan teir stóru trupulleikarnar.