Terje vil sleppa at bjóða Tobba av

- Eg vóni at fáa eina áheitan til at bjóða borgarstjóranum av til komandi býráðsval, sigur Terje B. Vestergaard, býráðslimur.

Hvussu vil Terje B. Vestergaard, býráðslimur í Runavíkar kommunu, lýsa 2019 – hvat gekk væl, og hvat gekk minni væl?

- Alt gekk væl í 2019. Eg fekk møguleikan at stilla upp til løgtingsvalið fyri Sjálvstýrisflokkin. Eg fegnist um at hava upplivað tilgongdina til valið, har eg fekk møguleikan at møta og virka saman við sera dugnaligum fólkum. 

Terje B. Vestergaard heldur, at Sjálvstýrið førdi eitt gott valstríð við einari sera góðari og greiðari valskrá, og hann harmast um, at flokkurin ikki fekk høvi at føra hjartamálini út í lívið í einari samgongu. 

- Vit fara næstu fýra árini at styrkja flokkin til eitt komandi val, og vit ætla at koma sterkt aftur. Hugsjónin er eftir mínum tykki alt ov góð til, at vit ikki hava samgonguumboðan í okkara fólkaræði. 

Hann vísir á, at hóast strategi’in sveik til valið, so hevði hann persónliga eitt gott val til, at hetta var fyrstu ferð, hann veruliga slapp at royna seg. 

Terje B. Vestergaard er takksamur fyri tann uppbakning, hann merkti, fyrst og fremst frá konu, børnum og sínum nærmastu - og frá øllum teimum, sum góvu honum sín stuðul. 

- Eg gjørdist nummar trý á listanum og fekk møguleikan sum eykamaður at royna meg fyri fyrstu ferð á løgtingi í november mánaði. Hetta var fyri meg eitt stórt upplivilsi og ein stórur heiður. 

Terje B. Vestergaard ásannar, at tað hevur verið ein dreymur frá barnsbeini av at sleppa at umboða føroyingar á løgtingi. 

- Tað allar besta, ið hendi okkum sum familja í 2019, og sum eg og konan fegnast allar mest um, var dagurin, tá einkardóttir okkara, Marita og Jóhan Dávur, gingu saman í hjúnarlag. Hetta var ein heilt einastandandi dagur at vera við til. Hetta er so avgjørt ein tann størsti og besti dagurin í okkara lívi. 

Hvørjar eru so vónirnar og ætlaninar hjá Terja B. Vestergaard fyri 2020?

- Eg havi við ársenda sitið sum býráðslimur í Runavíkar kommunu í sjey ár, harav trý tey seinastu árini sum varaborgarstjóri. Eg fegnist stórliga um tann góða vindin, vit hava havt í seglunum hesi árini, har vit hava sæð eina velduga framgongd og hava fingið framt nógv góð ting, sigur hann. 

Terje B. Vestergaard sigur, at í 2006 heitti verfaðir hansara, Hans á Bakka, sáli, á seg um at vera við til at endurstovna felagið Neptun, sum síðan 1964 hevur havt til endamáls at virka fyri svimjihyli í kommununi. 

- Eg tók av áheitanini og var eitt skifti formaður í felagnum. Síðan tá hevur hetta verið eitt av mínum hjartamálum. 

Hann sigur, at ætlanin við svimjihyli nú er komin væl áleiðis, og tað er hansara vón fyri 2020, at býráðið, sum verður valt í heyst, hevur dirvi og áræði til at gjøgumføra hesa verkætlan. 

- Fólkið her kemur at avgera, um eg gerist ein av teimum, sum verður valdur aftur. Eg havi sitið nóg leingi til, at fólkið kann viga meg, og um tey meta meg at vera nóg tungan til sessin, vóni eg at fáa áheitan til at bjóða borgarstjóranum av til komandi býráðsval. 

- Eg haldi persónliga, at ein tann týdningarmesta fyritreytin hjá einum politikara, sum skal taka avgerðir vegna fólkið, má vera at tora at hyggja longur, enn hann sær og hugsa djúpri, enn hann skilir. 

Terje B. Vestergaard heldur, at tað eru avgerðir, bygdar á slíkar fyritreytir og tiknar av slíkum politikarum, ið hava skapt tey stóru tingini í søguni. 

- Tað er ein skylda og ein ábyrgd yvirfyri komandi ættarliðum, bæði hjá lands-og kommunal politikarum, at gera langtíðarætlanir og taka ábyrgdarfullar og skilagóðar langskygdar avgerðir, ið tæna øllum samfelagnum og øllum borgarum okkara so væl, sum tað ber til, leggur hann aftrat.

Hevur Terje B. Vestergaard givið sær sjálvum nakað nýggjárslyfti?

- Eg havi einki ítøkiligt nýggjárslyfti, men heldur eina blanding av einum ynski og einum lyfti um at gerast ein enn betri útgáva av mær sjálvum á øllum teimum pallum, eg virki á til dagligt, eisini í 2020.

Hann vísir á, at hetta eitt nú inniber, at hann hugsar meira um onnur og minni um meg sjálvan. - Eg má nokk heldur lova mær sjálvum eisini at fáa jóla-karamellu-dellurnar av aftur, sigur hann brosandi.

Terje B. Vestergaard vil eisini nýta høvi til at ynskja øllum landsmonnum og kvinnum - á sjógvi og landi, nær og fjar - eitt gott, eydnuberandi og av Harranum signað 2020.