Terji aftur í Frændum

Fyri fyrstu ferð í næstan 10 fer Terji Rasmussen at spæla við í Frændum

 

Høvið er ólavsøkukonsertini, sum verður hildin í Kommunuskúlagarðinum fríggjakvøldið.

Terji Rasmussen, sum í áttatiárunum var ein av sangarunum í Frændum, verður við aftur í bólkinum til hetta serliga høvi, umframt at hann eisini verður ein av sangarunum í MC Hár á ólavsøkukonsertini.

Terji var við í tveimum av útgávunum hjá Frændum. Tann næsta í røðini hjá bólkinum, Frændur 2 frá 1986, var tann fyrra við Terja, og tað er á hesi útgávuni, at hann syngur tiltikna kærleikssangin, Eros, sum hann og Steintór Rasmussen skrivaðu í felag.

Um hetta mundið vóru nógvir ymiskir sangarar í Frændum, men fram til triðju útgávuna, nógv virdu 80?ini frá 1988, fóru fleiri sangarar úr bólkinum. Høvuðsmenninir Eyðun Nolsøe, Rani Nolsøe og Steintór Rasmussen tóku alt meira yvir, men Terji hevði framvegis ein leikut í bólkinum.

Á útgávuni 80?ini syngur Terji millum annað í heitissangunum, 80?ini.

Terji fór úr Frændum á vári í 1989, tá hann fór í holt við sína egnu útgávu. Hendan útgávan kom undir navninum Terji og Føstufressar.

Síðani hevur Terji onkuntíð verið á palli saman við Frændum, men seinastu ferð var í 1993. Síðani hevur Terji spælt í øðrum bólkum, og seinastu árini hevur hann serliga samstarvað við Eyðun Nolsøe, sum er ein av frædnunum.

? Tað er stuttligt at fara á pall saman við Frændum aftur. Tað líkist nógv tí at spæla saman við Eyðuni, tí vit hava fleiri Frændur sangir á skránni, men sjálvandi verður hetta nakað øðrvísi, sigur Terji Rasmussen.

Mánadagin vandi Frændur í Havnini, og fríggjakvøldið verður tað teirra uppgáva at enda ólavsøkukonsertina.

Teir fara at spæla nakrar av sínum kendastu sangum, og Terji Rasmussen fær sum skilst ein týðandi leiklut í framførsluni.