Terji & Føsturfressar á DVD

-Vit fara at geva eina DVD fløgu út saman við øðrum rúgvismiklum tilfari. Um tað verða upptøku frá øðrum konsertum eisini veit eg ikki enn, men verða vit bodnir at spæla á festivalum, so er tað ein møguleiki, at ein slík framførsla eisini verður við á DVD-fløguni, sigur Terji Rasmussen. 8. apríl bjóða Terji & Føstufressar til konsert í Norðurlandahúsinum. Tað sermerkta við hesi konsertini er, at hon verður øll tikin upp, og seinni givin út á DVD.

 

 

Terji & Føstufressar fara hetta kvøldið at spæla gomlu slagararnir og nýggjastu hittini, umframt okkurt lag, sum er gjørt til høvið.

 

Og seinni í árinum er so ætlanin, at alt hetta skal gevast út á DVD, og møguliga upptøkur frá øðrum konsertum.