Mánadasgin 8. apríl fer Ternan á beding, og tá skal Ritan aftur røkja nólsoyar siglingina.
Tó so, at Ternan siglir báðar teir fyrstu túrarnar mánamorgunin siglir Ternan framvegis, hetta helst fyri at forða fyri, at onkur óforvaradi hevur tikiið bilin út til Nólsoyar fríggjadagin og ikki hevur varnast, at Ternan fer á beding.
Tað verður sum nevnt Ritan, ið fer at røkja siglingina fyri Ternuna fyrstu tíðina, men seinastu dagarnar verður Silja Star sett inn í siglingina. Frá 8. apríl fram til 14. apríl røkir Ritan siglignina, og frá 15. apríl og til Ternan kemur aftur í sigling røkir Silja Star siglingina, boðar Strandferðslan frá.