Terry helst klárur til Atletico dyst

Tað er alt sum bendir á, at John Terry verður klárur til seinnu hálvfinaluna í Champions League.

Tað eru bert fáir dagar síðani, at Mourinho segði, at skal Terry spæla aftur hetta kappingarárið, verður tað i fyrsta lagi í einari Champions League finalu.

Men nú eru boðini eini heilt onnur.

Daily Mirror skivar í morgun á sínari heimasíðu, at tað er alt sum bendir á, at John Terry verður klárur til seinna hálvfinaludystin móti Atletico Madrid, sum verður komandi mikudag.

Terry var borin av vølli við 18 minuttum eftir at leika av fyrra hálvfinaludystinum á Vicente Calderon leikvøllinum í Madrid, eftir at hann beklaði á fótinum.

Jose Mourinho segði tá, at Terry ikki spældi meira hetta kappingarárið uttan so, at Chelsea kom í finaluna í Champions League.

Men John Terry gekk uttan høkir hósmorgunin, og fær intensa viðgerð komandi tríggjar ella fýra dagarnar, og John Terry kennir, at hann fer at vera tøkur til seinnu hálvfinaluna, sum verður leikt mikukvøldið 30. apríl.