Tey 16 ára gomlu skulu sleppa á val um stórmál

Tey hava áhuga fyri politikki, og eru búgvin at sleppa á val, heldur ung løgtingskvinna

 

 

Tá ið fólkaatkvøða verður um eina nýggja, føroyska stjórnarskipan, eigur valaldurin at verða lækkaður niður í 16 ár.

 

Tað heldur Kristina Heðinsdóttir Clementsen, sum í hesum døgum hevur sæti á Føroya Løgtingi fyri Tjóðveldi.

 

Næsta ár er ætlanin, at fólkaatkvøða skal vera um eina nýggja stjórnarskipan. Og tá ið Løgtingið viðgjørdi uppskotið um eina nýggja stjórnarskipan í gjár, mælti Kristina Heðinsdóttir Clementsen til, at valaldurin verður lækkaður niður í 16 ár á hesum valinum.

 

Sjálv er Kristina Heðinsdóttir Clementsen 21 ára gomul og sostatt nógv yngsta tingfólk í løtuni. Men fyrstu ferð, hon hevði sæti á Løgtingi, var hon 19 ár, og Tjóðveldi sigur, at tað ger hana til yngsta fólk á tingi nakrantíð.

 

Hon sigur, at tey 16 ára gomlu eru liðug við fólkaskúlan og tey hava áhuga fyri politikki. Og tey eru eisini búgvin at taka støðu í einum máli, sum hesum, heldur hon.

 

– Eru tey 16 ára gomlu ikki búgvin at taka støðu í einum máli sum hesum, er okkurt galið við fólkaskúlanum, heldur hon.

 

Og hon heldur eisini, at lesandi føroyingar uttanlands eiga sjálvsagt eisini at fáa atkvøðurætt.

 

– Tey skulu sjálvsagt eisini hava eina rødd í einum so týdningarmiklum máli.

 

Kristina Heðinsdóttir Clementsen fekk fulla undirtøku frá Bill Justinussen, løgtingsmanni fyri Miðflokkin.

 

– Tað haldi eg er skilagott, sigur løgtingsmaðurin fyri Miðflokkin.

 

Hinvegin segði Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, at hann er ikki samdur í, hvør skal hava valrætt á fólkaatkvøðuni um stjórnarskipanina.

 

Spurningurin um at lækka valaldurin niður í 16 ár á fólkaatkvøðuni um eina stjórnaskipan, varð eisini umrøddur a flokstingi hjá Tjóðveldi í Skopun í fjør. Har varð tað einmælt samtykt, at Tjóðveldi skuldi virka fyri tí.