Tey bíða eftir unglingunum

Felags fyri HB og NSÍ er, at nógvir unglingar eru við í stríðnum hjá teirra felag at varðveita støðuna í toppinum

Felags fyri HB og NSÍ er, at feløgini hava boðað frá, at tey arbeiða við at menna liðið av nýggjum, og at tað skal gerast við spælarum, ið eru uppaldir í feløgunum.

 

Felags fyri bæði feløgini er, at tey eiga tvey tey bestu U-18 liðini. Bæði liðini eru topplið í hvør sínum bólki í undanspælinum við fullari úrtøku, og fleiri av teimum, sum eru á unglingaliðunum, hava eisini verið nógv á besta liðnum.

 

Hjá NSÍ eru tað Jannik Olsen, Jann Benjaminsen, Mórits Heini Mortensen, Hans Marius Davidsen, Andri Benjaminsen og Aron Knudsen, meðan Petur Knudsen, sum eisini hevur unglingaaldur, higartil bara hevur verið á besta liðnum, har hann er fastur maður.

 

Í HB er unglingaspælarin Teit Jacobsen fastur maður á besta liðnum, og Ari Mohr Olsen og Adrian Justinussen hava verið við í flestu dystunum. Aðrir unglingar, sum higartil í ár hava verið á dómaraseðlinum á besta liðnum, eru Heri H. Mohr og Daniel Johansen.

 

Talan er um tvíeggjað svørð, tí samstundis sum tey gleðast um, at framtíðin sær bjørt út, so vilja tey bæði í NSÍ og HB vera við í toppinum. Í tí kappingini hevur tað higartil hilnast betri hjá NSÍ, sum er tvey stig frá toppinum og hevur vunnið tríggjar tær síðstu ferðirnar, meðan HB er dragnað eftir fýra tap á rað í landskappingini.

 

Hóast HB ikki hevur funnið málið tvær tær seinastu ferðirnar, so siga teir lagið framvegis vera gott:

-Vit arbeiða við at samanspæla lið, sum er mannað við unglingum og monnum, sum eru lítið eldri enn unglingar, og tað gongur rætta vegin. Vit vistu undan kappingarbyrjan, at tað fór at ganga upp og niður. At tað fyrstu umførini gekk heilt væl – millum annað vunnu vit í fyrsta umfari 2-1 í Runavík - birti ivaleyst vónir um, at kappingarárið skuldi verða uppaftur betri, enn vit høvdu vónað, men lagið er gott, og venjingarnar ganga væl, sigur HB venjarin Jan C. Dam.

Fróði Benjaminsen, Øssur Dalbúð og Poul Ingason eru tøkir aftur. Tað er ivasamt, um Rókur Jespersen er førur fyri at spæla. Ári Mohr Jónsson, Pál Mohr Joensen og Arnbjørn T. Hansen eru framvegis skaddir.

 

Í NSÍ eru tey greið yvir, at talan verður um heilt øðrvísi avbjóðing í Gundadali seinnapartin, enn tað var í 1-0 heimasigrinum ímóti Skála:

-Ímóti Skála høvdu vit bóltin nógv. HB fer sjálvandi at leggja nógv fyri í Gundadali fyri at vinna og harvið varðveita sambandið við okkum og toppin, sigur NSÍ málverjin Símun Rógvi Hansen.

Eftir skaðasteðg var Jann Martin Mortensen í gjár á næstbesta liðnum. Einar Tróndargjogv er framvegis burturstaddur, Per Langgaard er leikbannaður, og Andras Frederiksberg og Haraldur R. Højgaard eru langtíðarskaddir.