Tey bestu í føroyskum fótbólti

Sunnukvøldið var móttøka í Miðlahúsinum í Vágsbotni, har bestu spælararnir hetta kappingarárið vórðu kosin

Fótbóltur

Kjósanin av bestu spælarunum í landinum er ein táttur, sum Sosialurin hevur verið við til at skipað fyri síðani 1999, tá siðurin við galla-kvøldinum tók seg upp.
Í ár varð sjálvt gallakvøldið tó avlýst, tá undirtøkan frá spælarunum ikki var tann heilt stóra, men atkvøðugreiðslan um at finna tey bestu, varð kortini hildin.
Tað eru liðformenn og venjarar hjá feløgunum í bestu mans- og kvinnudeildunum, sum geva atkvøðu, umframt at eitt umboð fyri ymsu miðlarnar eisini fær høvið at siga sína hugsan um málið.
Hartil varð hetta eisini kvøldið, har bestu málskjúttarnir í føroyskum fótbólti fingu gylta skógvin handaðan, og vóru tað Christian Høgni Jacobsen og Hanna Isaksen, sum soleiðis fingu loyvi at leggja fyri hetta kvøldið. Christian Høgni fekk eisini sama heiðurin í fjør, og tí hevur hann nú ein skógv til hvønn fótin, at kalla.

Hanna Isaksen fekk tó meira við sær heim enn “bara” gylta skógvin. Tá ársins stjørnuskot skuldi finnast, stóð hon eisini ovast í atkvøðugreiðsluni, og tí kundi hon eisini fáa vøkru plátuna við sær heim.
Hjá monnunum fall valið her á Arnbjørn Hansen hjá EB/Streymi, sum veruliga hevur gjørt um seg í ár. Somikið nógv, at hann eisini fekk landsliðsboð, tá Jógvan Martin Olsen skuldi taka út hópin til dystirnar móti Litava og Fraklandi, og heldur hann fast um framgongdina, er lítið at ivast í, at hann eisini verður fastur fúsur á landsliðnum tey nógvu næstu árini.

Jákup og Elin Katrina best
Mest spennandi parturin av atkvøðugreiðsluni er vanliga, tá ársins spælarar skulu finnast, og serliga var tað á kvinnusíðuni, at talan var um tætta uppteljing.
Ovast á listanum stóð tó ársins stjørnuskot frá í fjør, nevnliga Elin Katrina Haraldsen úr AB, sum saman við liðfeløgunum veruliga hevur togað argjafelagið upp móti hæddunum í ár. Somikið nógv, at tær sum tær einastu megnaðu at basa annars einaráðandi KÍ-kvinnunum, sum aloftast eru farnar avstað við flestu heiðrunum, tá hesir verða handaðir.
Hjá monnunum var tað á ongan hátt óvæntað, at Jákup á Borg skuldi fáa heiðurin. Kantsppælarin hjá HB og landsliðnum hevur íhavt eitt framúr kappingarár við HB-liðnum, og var amerikanska skipanin, har assists eisini telja við á máltindinum, nýtt í Føroyum, er spurningurin helst, um Christian Høgni kundi hildið fast um gylta skógvin.

Gyltir 2’arar
Men tað vóru tó fyrst og fremst tey næstbestu, sum fingu flestu virðislønirnar sunnukvøldið.
Hjá EB/Streymi varð málverjin René Tórgarð eisini kosin sum tann besti á árinum, og saman við Simonu Heinesen hjá AB fekk hann heiðursplátu fyri besta málmansspælið í ár.
Hartil fekk EB/Streymur – sum skrivað aðrastaðni á hesum síðum – eisini heiðurin sum best spælandi liðið í ár.
Á venjarasíðuni vórðu tað tó vinnararnir, sum fingu gullið. Bæði Jón Harald Poulsen, sum venur KÍ-kvinnurnar, og Krzysztof Popczynski úr HB fingu virðislønir fyri síni avrik, tá teir endaðu ovastir í atkvøðugreiðsluni um venjararnar.
Og at enda skuldi besti dómarin so finnast. Hesin heiður varð á fyrsta sinni latin í fjør, og eins og ta ferðina, so var tað enn einaferð Petur Reinert, sum fekk tann heiðurin. Petur hevur fyri stuttum fingið boð um, at hann verður næsti FIFA-dómarin hjá Føroyum, nú Lassin Isaksen fellur fyri aldursmarkinum, og í so máta man úrslitið av atkvøðugreiðsluni vera ein viðurkenning av, at rætti maðurin er valdur til sessin.