Leygarkvøldið var stór móttøka fyriskipað á Discoteque Platform í Havn, har leikarar úr øllum fyrstudeildarfeløgum í landinum vóru bodnir til fótbóltsgalla, sum Sosialurin og Platform í felag skipaðu fyri.
Í mun til undanfarin ár varð hetta ikki fyriskipað sum eitt »heilt« kvøld við borðhaldi og eftirfylgjandi dansi, men hetta helt so avgjørt ikki leikarum frá at møta til tiltakið. Onkustaðni millum 150 og 200 fólk mundu vera til staðar hetta kvøldið, umframt at fjølmiðlarnir eisini vóru á staðnum.
Beinleiðis í ÚF
Umframt at leikarar, venjarar og onnur við tilknýti til fótbóltin soleiðis fingu høvið at hittast undir øðrvísi umstøðum enn teimum á vøllinum, so var hetta eisini kvøldið, har ársins leikarar av ymsum slag skuldu avdúkast.
Hesi vóru funnin eftir atkvøðugreiðslu, sum Sosialurin skipaði fyri, og vóru tað venjarar og liðformenn hjá ymsu feløgunum, umframt umboð fyri fjølmiðlarnar, sum vórðu eftirspurd hesum viðvíkjandi.
Eftir at gestirnir í ein góðan tíma høvdu funnið seg til rættis í hølunum, etið onkrar pinnabitar og skift nøkur orð, var so løtan komin, at brævbjálvarnir við ymsu nøvnunum skuldu opnast.
Hilmar Jan Hansen stóð fyri hesum partinum av kvøldinum, sum eisini varð sent beinleiðis í leið 5 hjá Útvarpi Føroya, men áðrenn veruligi spenningurin skuldi útloysast, vórðu gyltu skógvarnir, sum Sosialurin og Thomas Dam ítróttur geva á hvørjum ári, handaðir leikarunum, sum hava skotið flest mál hetta kappingarárið.
Øll hugnaðu sær
Handanin av virðislønunum varð annars skipað soleiðis, at Hilmar Jan hevði ein brævbjálva fyri hvørja atkvøðugreiðslu, og á hesum vóru so trý nøvn skrivað í tilvildarligari raðfylgju. Innan í brævbjálvanum var tó bert tað eina navnið, og var tað hetta, sum varð lisið upp, tá avtornaði.
Bert ein vinnari var í hvørjari atkvøðugreiðslu, og nøvnini á hesum síggjast aðra staðni á síðuni, men tað kann leggjast afturat, at í allar flestu førunum var tað sera javnt býtt við atkvøðunum, og í fleiri førum var tað bert tann eina atkvøðan á muni millum tey bæði fremstu nøvnini.
Skal tosast um nakran stóran vinnara hetta kvøldið, so var talan sjálvsagt um Kristinu Eyðbjørnsdóttir úr KÍ, sum bæði slapp at taka ímóti gylta skógvinum og steypinum fyri at gerast ársins leikari í kvinnudeildini. Hetta er ikki minni merkisvert, tá hugsað verður um, at Kristina hevði verið burtur frá fótbóltinum í tvey ár, tá hon í vár aftur gjørdi av at fara undir fótbóltin.
Tað var tó ikki bert Kristina, sum hevði eitt gott kvøld. Tað tóktist soleiðis, at flest øll av teimum møttu høvdu eina sera hugnaliga løtu, og hóast nógv av fólkunum eftir tiltakið fóru í hvør sína ætt, so merkti innbjóðingin eisini, at tey sluppu ókeypis inn á Platform seinni um kvøldið, og so segði tað seg sjálvt, at hýrurin var sera góður á dansigólvinum, tá plátuvendarin eina ferð út á náttina hevði sett ein hálvan tíma av til fótbóltssangir, fótbóltssangir og aftur fótbóltssangir.
Ársins leikarar 2001
Niðanfyri prentað vit nøvnini á teimum, sum í ár endaðu fremst í atkvøðugreiðsluni, sum Sosialurin og Platform skipaðu fyri í sambandi við Gallakvøldið. Í klombrum verður viðmerkt, hvørjir stuðlarnir aftan fyri ymsu handanirnar vóru.
Gylti skógvurin, kvinnur (Thomas Dam ítróttur)
1 Kristina Eyðbjørnsdóttir, KÍ (14 mál)
2 Vivian Bjartalið, KÍ (12 mál)
2 Ragnhild Aas, KÍ (12 mál)
Gylti skógvurin, menn (Thomas Dam ítróttur)
1 Helgi L. Petersen, NSÍ (19 mál)
2 John Petersen, B36 (16 mál)
3 Fróði Benjaminsen, B68 (13 mál)
Ársins málverji, kvinnur (Cand. Alt v/Florenze á Skipagøtu)
Anna Müller Jacobsen, KÍ
Ársins málverji, menn (Føroya Banki)
Jens Martin Knudsen, NSÍ
Ársins stjørnuskot, kvinnur (Pizza 67)
Randi Wardum, HB
Ársins stjørnuskot, menn (Føroya Tele)
Jón Rói Jacobsen, HB
Ársins venjari, kvinnur (3?arin Foto)
Jón Harald Poulsen, KÍ
Ársins venjari, menn
Johan Nielsen, GÍ
Ársins leikari, kvinnur (Leif Mohr)
Kristina Eyðbjørnsdóttir, KÍ
Ársins leikari, menn (Føroya Bjór)
Fróði Benjaminsen, B68