Trøllanes
Tey eru hjún í bestu árum. Signhild er 35; Mikkjal 37. Hon er úr Klaksvík, dóttir Vilhelm og Johild Johannesen. Hann er av Trøllanesi, sonur Jógvan og Gertrud Joensen. Vilhelm kenna øll frá mongu árunum í politikki, og Jógvan er kendur sum bóndi á Trøllanesi í nógv ár.
Signhild og Mikkjal eiga 4 børn, sum eru 2, 9, 11 og 15 ára gomul.
Heldur einsligt
Hjá Mikkjali er einki stað á jørð betur enn Trøllanes. Her er hann uppvaksin, og her vil hann helst virka og liva.
Signhild sigur, at hon hevði heldur viljað, at húsini, tey bygdu í 1995, stóðu í Klaksvík, har meginparturin av familjuni býr.
- Á Trøllanesi er heldur einsligt, og tú hevur ikki somu møguleikar, sum tá ið tú býrt inni á fastlandinum. Nú stevna er, er eisini lív í oynni, og slíkar dagar er deiligt at vera her.
Signhild sigur, at ferðasambandið við Klaksvíkina er eitt, men eitt betri samband hevði kortini ikki loyst upp fyri øllum.
- Býrt tú á útoyggj, soleiðis sum vit gera, tjenar tú gjarna nógv minni enn fólk flest, men tá ið tú kemur inn á fastlandið, kostar alt tað sama, sum hjá øllum hinum, og krøvini eru tey somu.
Hon heldur, at hon er í Klaksvík einaferð um mánaðin ella so. Eins og onnur, hava fólk á útoyggj eisini brúk fyri lækna og tannlækna. Okkurt skal keypast av og á, og hárið skal eisini røkjast hjá eini so snøggari kvinnu, sum Signhild er.
Stórur blíðskapur
Líkamikið.
Hjúnini avgjørdu at byggja eini stór og snotulig hús á Trøllanesi, sum kosta umleið 1 milj. krónur.
Bæði eru tey fegin um húsini, og tey fegnast um at kunna bjóða fólki inn á gólvið til ein bita, nú stevna er í oynni.
Tey eru bæði ómetaliga blíð, og tú kennir teg væl inni hjá teimum.
Mikkjal, sum eisini er ein snøggur og vælbygdur maður, hevur smiðju niðanfyri húsini, men hetta er ikki einasta smiðjan í oynni. Landsverkfrøðingurin hevur eisini smiðju í Kalsoynni.
Vit sita inni í stovuni hjá teimum á Trøllanesi. Tað er útoyggjafundur og útoyggjastevna hendan leygardagin í Kalsoynni.
Hjúnini hava borðreitt við góðum smyrjibreyði við føroyskum viðskera, kakum, kaffi og te.
Prátið fellir á neytatunguna, sum er skorin uppá nakrar av breyðflísunum. Jú, hon smakkar óføra væl, er moyr og sær leskilig út. Hon er kókað í 2-3 tímar og hevur síðan ligið í salti einar tveir dagar, sigur húsmóðirin.
Øll eru vælkomin inn á gólvið, og eingin fer svangur ella tystur útaftur. Nógv fólk hevur vitjað, og tá ið vit koma til dyrnar, eru framvegis nógv fólk inni á gólvinum.
Bóndi og postboð
Mikkjal fæst við smiðjuarbeiði og starvast annars sum bóndi á festinum hjá pápanum, Jógvani. Áseyðatalið er 160.
Í smiðjuni fæst hann við ymiskt umvælingararbeiði, og Mikkjal fær tað umdømi, at hann dugir ógvuliga væl til hendurnar, hóast hann ikki er útbúgvin maskinsmiðjur. Í smiðjuni ger hann eina vælumtókta roytingarmaskinu, sum hann hevur selt um landið.
Konan veit at siga, at húsbóndin higartil hevur bygt einar 30-40 roytingarmaskinur.
Umframt at vera mamma at 4 børnum, starvast Signhild sjálv sum postboð ? tað, tey rópa landspostboð. Hon arbeiðir 20 tímar um vikuna og ber post út í allari oynni. Hon er einasta postboð í Kalsoynni.
At hon er landspostboð, merkir, at viðskiftafólk hjá Postverkinum kunnu fáa øll síni postviðurskifti avgreidd á køksborðinum, tá ið Signhild kemur inni á gólvið.
- Eg taki mær av øllum tí, sum eitt landspostboð ger ? øllum frá vanligum posti, til avgreiðslu av ALS-kortum, pakkum og út-og inngjøldum, sigur hon.
Ikki arvur
Pápin, Vilhelm, sum situr hinumegin borðið, bedýrar, at poststarvið hjá dóttrini hevur einki við pápan at gera.
Hann sigur, at heimið hjá Jógvani Joensen og barnaheimið hjá Mikkjali á Trøllanesi hevur havt um hendi postin í oynni heilt síðan 1929.
Vilhelm fer eftir snotuligu bókini, hann hevur skrivað um Postverkið og vísir okkum brotið um postsøguna á Trøllanesi.
Og so er tað komið uppá pláss; starvið hjá Signhild er ikki "arvur" eftir pápan, sum sjálvur starvaðist hjá Postverkinum frá 1. juni 1962 til 1. oktober 2002.
Tað ljóðar møtumikið at skula forsýna tey umleið 40 húskini í Kalsoynni við posti fleiri dagar um vikuna ? fyri bert 20 arbeiðstímar, sum tað eitur á pappírinum.
Men á Signhild skilst, at hetta letur seg gera, hóast oyggin er rímiliga long úr enda í annan.
Nú so nógv hevur verið tosað um at lata posthús á bygd aftur, halda vit, at kunnu 20 tímar tryggja tørvin á postútbering og postavgreiðslu í allari Kalsoynni, er oyggin neyvan tann tyngsti endin hjá Postverki Føroya.
Dóttirin í Klaksvík
Signhild sigur, at tey fáu fólkini, sum búgva á Trøllanesi, tjena onga krónu uttan fyri bygdina. Øll liva av inntøkum, tey forvinna í dalinum, sum hon tekur til.
- Tað er bara eg, sum bæði arbeiði í bygdini og av bygdini. Hini húskini, sum eru trý í tali, tjena øll til lívsins uppihald her á staðnum.
Vilhelm og Johild vitja dóttir og verson á Trøllanesi av og á, men Johild "gremur" seg um, at hon sleppur ikki so væl norður, tí dóttir Signhild og Mikkjal, sum er 15 ára gomul og gongur í framhaldsskúla í Klaksvík, tímir ikki so væl til Trøllanesar. Henni dámar betur í Klaksvík, tí har eru fleiri javnaldrar og skúlavinir.
15 ára gamla gentan býr hjá ommuni og abbanum í skúlatíðini.
Tankin um at byggja á Trøllanesi búnaðist undir samfelagskreppuni í fyrru helvt av nítiárunum, tá ið arbeiðsloysi var rættiliga stórt, og fáur sá sær møguleikan at seta føtur undir egið borð.
- Vit vóru í iva um, hvat skilabest var at gera. At vit avgjørdu at byggja á Trøllanesi, haldi eg hevði nakað við kreppuna at gera.
Signhild ivast, um hon hevði bygt á Trøllanesi í dag, um hon kundi valt umaftur.
- Ikki tí; her er gott at vera, um enn tað er eitt sindur einsligt.
Børnini trívast
Trøllanes er góður uppvakstrarstaður hjá børnum soleingi, tey ganga í barnaskúla. Tey fáa tað í beinið, sum nú einaferð tilkemur børnum, ið veksa upp úti á bygd. Foreldrini eru nær, og tað eru abbin og omman, Jógvan og Gertrud, eisini.
Á Trøllanesi er landbúnaður og soleiðis eisini kríatúr. Fuglalívið er ríkt, bæði í haganum og fram við bakkanum. Har er eingin fjøra, bara bakki, og tað er kanska eitt sindur keðiligt, tá ið børnunum vanliga dáma væl at spæla fram við sjóvarmálanum í fjøruhyljunum.
- Hinvegin spæla børnini nógv í ánni, og tað dámar teimum væl, sigur Signhild Joensen at enda.