Tey eru heima enn

Tá »kundarnir«, hjá Toll- og Skattstovuni, komu til dyrnar yviri við Strond mánadagin, hekk ein seðil á hurðini sum segði, at skrivstovan var stongd vegna arbeiðssteðg

? Tað »plaskar« undir hvørjari plátu, segði ein av handverkarunum, sum var uppi og hugdi eftir takinum.

Hetta sigur Eimi Fossdalsá, sum er álitisfólk hjá starvsfólkunum, á Toll- og Skattstovuni, sum farin eru í verkfall.

Um verkfall er rætta orðið kann tjakast um, men starvsfólkini eru í øllum førum farin til hús, tí arbeiðsumstøðurnar eru heilsuskaðiligar.

Søgan er tann, at tað er ein konstruktiónsfeilur í takinum á bygninginum yviri við Strond.

Tað hevur likið sera illa, og svampur er komin í. Eisini fuktar tað rættiliga illa.

Hetta hevur ávirkað starvsfólkini og tey kenna seg ikki serliga væl við støðuna.

Tað fuktar so illa í bygninginum, at starvsfólkini ikki koma sær, at fara út millum onnur fólk, tí fuktroykurin hevur sett seg á klæðini.

Men tað er ikki alt, tí fleiri starvsfólk eru merkt av eksem, høvuðpínu, reyðum eygum og onkur hevur fingið allergiskar reaktiónir.

Fyri at fáa bukt við trupulleikanum, varð takið skift í fjør, men tað arbeiðið var so illa úr hondum greitt, at tað fór at leka aftur beinanvegin. Serkøn fólk hava verið og hugt at takinum og hava staðfest, at alt sum kundi gerast skeivt, er gjørt skeivt.

Bæði inndekningarnir og takið er lagt skeivt á og har lekur sum soldið.

Arbeiðsmedisinarin og Arbeiðseftirlitið hava verið á staðnum og sett ymisk krøv um broytingar.

Arbeiðsmedisinarin hevur m. a. sagt, at tað kann verða heilsuskaðiligt, at arbeiða í bygninginum. Arbeiðsmedisinarin hevur eisini sagt, at tað kann taka eina tíð, áðrenn sjúkrateknini vísa seg.

Og tað hevur loypt óttað á starvsfólkið.

Tey krevja tí at fáa at vita, nær arbeiðið fer í gongd og hvar tey skulu húsast meðan arbeiðið fer fram.

Tí tey vilja ikki undir nøkrum umstøðum arbeiða í bygninginum meðan handverkararnir eru har.

Tí, sjálvt um størsti skaðin er hendur í ovastu hæddini, so merkist lekin eisini í hæddunum undir henni.

Starvsfólkini eru eisini bangin fyri, at arbeiðsdustið skal gera teimum enn størri skaða, enn tey hava verið fyri higartil.

Krav teirra til leiðsluna er tí, at tey í fyrsta umfarið fáa at vita, nær arbeiðið byrjar og í øðrum umfarið, at tey fáa annað stað at verða í, meðan umvælingararbeiðið er í gongd.

? Men, sigur Eimi Fossdalsá, vit vilja fegin arbeiða við Strond til handverkararnir byrjað.

Men tað tykist sum leiðslan á Toll- og Skattstovuni hevur trupult við at útvega onnur hølir tað stutta tíðarskeiðið.

Starvsfólkini eru 37 í tali og tað er ikki bara sum at siga tað, at fáa hølir til so mong.

Torbjørn Mikkelsen, virkandi stjóri á Toll- og Skattstovuni sigur, at teir arbeiða av makt fyri at útvega hølir til starvsfólkið.

? Men, tað er sera trupult, tí talan er um ein sera »EDV-tungan« stovn, og tað er ikki so lætt at flyta runt og gera klárt til so nógv fólk, sigur hann.

Torbjørn Mikkelsen sigur, at hann hevur funnið eini hølir, men at hann ikki kann siga hvar tey eru.

Hetta fingu álitisfólkini at vita, á fundi við hann í fyrradagin, og hann skilti, at alt var í lagið.

Men eftir at starvsfólkini høvdu fundast innanhýsis fekk hann boð um, at tey vildu vita hvagar tey skulu og nær, áðrenn tey fara til arbeiðis aftur.

? Tað kundi eg ikki upplýsa teimum tá, men eg vónið og roknið við at kunna siga teimum hetta í morgin.

Tað er P/F Marr og Co, sum eigur bygningin yviri við Strond.

Bæði leiðsla og starvsfólk á Toll- og Skattstovunigera greitt, at tað ikki er eigarin, sum liggur í buktini.

Eigarin skifti takið í fjør, og teir hava nýggjar umvælingarætlanir klárar. Trupulleikin er bara, at tað ikki hevur verði rætta ársins tíð at skifta tak og at tað ikki er so lætt at finna egnaði hølir til so nógv starvsfólk.