Hereftir skulu tey flestu rinda minni í Heilsutrygd enn tey hava gjørt higartil.
Men tað eru eisini rættiliga nógv, sum skulu gjalda meiri.
Tað verður úrslitið, nú samgongan ætlar at broyta gjaldið til tað almennu Heilsutrygdina.
Tá ið Sjúkrakassarnir vórðu tiknir av, og Heilsutrygd sett á stovn, skuldu øll yvir 18 ár rinda 245 krónur í Heilsutrygd ístaðin fyri gjaldið til sjúkrakassan.
Men tað rakk ikki til útreiðslurnar og tískil varð gjaldið hækkað upp í 265 krónur og tað hevur verið gjaldið síðani.
Men nú verður hetta broytt, so at frá á nýggjárinum skulu øll rinda eitt grundgjald upp á 150 krónur, ella 115 krónur mini enn nú.
Hetta umfatar øll yvir 18 ár, eisini tey, ið bara fáa fo?lkapensjo?n, ella aðrar pensjón, og tey, sum fáa u?tbu?gvingarstuðul, ella aðrar skattafríar veitingar.
Men harafturat skulu øll eisini rinda 0,55% av skattskyldugu inntøkuni í Heilsutrygd.
Einki ha?mark verður sett a? gjaldið og sostatt koma øll at gjalda sama prosent av lønini í Heilsutrygd, sama hvussu góða ella lítla inntøku, tey hava.
Talan er um alla skattskylduga inntøku, bæði vanliga inntøku og B inntøku og talan er eisini sum hava inntøkur umvegis FAS, DIS og NIS.
Upprunaliga var ætlanin annars, at alt gjaldið skuldi takast inn umvegis skattin.
Men Karsten Hansen, landsstýrismaður í Heilsumálum, ásannar, at semja fekst ikki í samgonguni um hetta.
- Tískil kom hendan ætlanin ikki at halda, sigur hann.
Kortini heldur hann ikki, at skipanin, har øll rinda tað sama, er haldgóð.
- Talan er um ein nevskatt, har øll rinda tað líka, sama hvørja inntøku tey hava og sosialt er tað ikki rættvíst, sigur hann.
Úrslitið er so skipanin, sum samgongan nú er samd um, har hvør einstakur nú skal rinda 1.920 krónur í føstum gjaldi til Heilsutrygd um áriðð, umframt 0,55% av skattskyldugu inntøkuni.
Í dag er fasta gjaldið til heilsutrygd 3.180 krónur um árið, so tað lækkingin er 1.260 krónur um árið.
- Gjaldið til Heilsutrygd verður sostatt eisini at verða tengt at inntøkuni hja? hvørjum einstøkum.
- Men prosentgjaldið verður ikki tikið av grundupphæddini til fo?lkapensjo?n, u?tbu?gvingarstuðli ella øðrum skattafríum veitingum.
Karsten Hansen sigur, at hetta tryggjar, at tey, ið eru ringast fyri i? samfelagnum, koma at gjalda minni til Heilsutrygd.
- Øll tey, ið hava eina inntøku undir 229.000 krónur um árið, skulu hereftir rinda minni i? Heilsutrygd enn tey higartil hava gjørt og øll tey, sum forvinna yvir 229.000 krónur um árið, rinda meiri
Tilsamans eru 39.000 fólk, sum rinda Heilsutrygd. Hereftir koma 24000 fólk at rinda minni í Heilsutrygd og 15.000 fólk koma at rinda meir.
Kvinkaði skeivan vegin
Gjaldið til Heilsutrygd, verður ikki heilt so samhaldsfast, sum landsstýrismaðurin í Heilsumálum hevði ætlað.
Í síðstu løtu, áðrenn uppskotið varð lagt fyri Løgtingið, vrð tað broytt, so tann skeiva vegin í so máta.
Í uppskotinum, sum varð sent til hoyringar, stóð, at fasta gjaldið til Samhaldsfasta skuldi vera 150 krónur um mánaðin.
Harafturat skuldi prosentgjaldið verða 0,60% av inntøkuni.
Men í síðstu løtu broytti landsstýrið hetta til at tað fasta gjaldið skuldi verða 160 krónur um mánaðin, ella 10 krónur hægri og prosentgjaldið skuldi verða 0,55% av skattskyldugu inntøkuni, ella 0,05% lægri.
Eftir upprunaliga uppskotinum hevði tann, sum forvinnur 230.000 krónur um árið, ongan mun merkt, men tey, sum forvinna minni, koma at rinda minni og tey, sum forvinna meir, koma at rinda meiri.
Men eftir tí, sum landsstýrið samdust um í evstu løtu, er markið flutt niður á 229.000 krónur, ella 1.000 krónur lægri.
Hetta hóvar ikki øllum. Pensjónistarnir halda, at tað er nóg galið við einum føstum gjaldi, tí tað er ímóti tí, sum teimum varð lovað. Men at fasta gjaldið harafturat verður hækkað, ger, at ætlanin er sosialt enn skeivari.
Spara 1260
krónur um árið
Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, er ikki heilt samdur við teimum sum halda, at tað er heilt galið við teirri nýggju skipanini við Heilsutrygd, har øll rinda eitt fast gjald og síðani eitt ávíst prosent av skattskyldugu lønini.
- Teir veiku bólkarnir í samfelagnum, sum onga inntøku hava, uttan fólkapensjón, lestrarstuðul ella aðrar skattafríar veitingar, spara 105 krónur um mánaðin, ella 1260 krónur um árið.
Karsten Hansen heldur, at tað eigur at gera rættiliga stóran mun hjá teimum.
- Eg minnist, hvussu atfinningarsom tey vóru, tá ið gjaldið til Heilsutrygd hækkaði 20 krónur úr 245 krónum um mánaðin, upp í 265 krónur um mánaðin, tí hevði so stóran týdning fyri tey lægstløntu.
- Tá ið ein hækking upp á 20 krónur ger so stóran mun, eigur ein lækking, sum er upp á 105 krónur vælsaktans eisini at muna rættiliga væl, heldur landsstýrismaðurin.
- Er talan um eini hjún, har bæði eru pensjónistar, er talan um eina sparing upp á 2500 krónur um árið, leggur hann afturat.
Hann vísir á, at politiska avtalan í samgonguni er, at Heilsutrygd skuldi ikki leggjast inn í skattin, men at talan skuldi verða um eitt gjald.
- Verður grundgjaldið tikið av, kundi øll skipanin akkurát tað sama bara verið løgd undir skattin, men tað er ein politisk avgerð í samgonguni, at so skal ikki vera.
- Tí er hendan skipanin gjørd, sum er rættiliga samhaldsføst, men sum kortini ikki er løgd heilt undir skattin, sigur Karsten Hansen.
229.000 krónur
Tann, sum onga skattskylduga inntøku hevur, sleppur 1.260 krónur bíligari enn ídag. Tann, sum hevur eina inntøku upp á 150.000 krónur, sleppur 435 krónur bíligari enn í dag og tann, sum forvinnur 229.000 krónur um árið, rindar akkurát tað sama eftir nýggju skipanini, sum í dag.
Tann, sum forvinnur 500.000 krónur um árið, rindar 1.490 krónur meiri í Heilsutryg um árið eftir nýggju skipanin, enn eftir teirri gomlu og tann, sum forvinnur eina millión um árið, rindar 4.240 krónur meiri.
1,35%
Tað er álitisbrot, at gjaldið til Heilsutrygd verður broytt til at verða eitt fast gjald, umframt eitt ávíst prosent av skattskyldugu inntøkuni.
Tað halda tey í landsfelagnum hjá pensjónistunum.
Tey heita heldur á politikarar um at hald seg til lyftið um at alt gjaldið skal verða umvegis skattin, so at øll rinda eitt ávíst prosent í Heilsutrygd eftir sama leisti sum vit rinda til ALS, Samhadsfasta og Barsilsskipan.
Tað hevði ført við sær, at øll tey, sum eru ringast fyri, pensjónistar, sum bara hava fólkapensjón, lesandi og láglønt annars, høvdu onki, ella at kalla onki, rinda í Heilsutrygd.
Í Heilsumálaráðnum hava tey roknað seg fram til, at skal alt gjaldið takast umvegis skattin, hevði øll skula goldið 1,35% av skattskyldugu inntøkuni til Heilsutrygd.
Karsten Hansen, landsstýrismaður í Heilsumálum staðfestir, at tað er samgongan ikki samd um.
Semjan í samgonguna er tvørtur ímóti tann, at Heilsutrygd skal ikki gjaldast umvegis skattin, men skal vera eitt serligt gjald.
Tí er tað enda við, at øll skulu rinda eitt grundgjald upp á 160 krónur um mánaðin, umframt 0,55% av skattskyldugi inntøkuni.