Í dag verða atgongumerkini til Jóansøkufestivalin 2007 til sølu. Nú atgongumerkjasølan byrjar, verða 400 atgongumerkir seld fyri serprís einans 190,- kr Atgongumerkini kunnu keypast í kunningarstovunum í Suðuroynni, í Statoilstøðini á Tvøroyri, Statoil- og Shellstøðini í Vági, í Bakkhús í Hvalba, í Kunningarstovuni í Havn og í Statoilstøðini í Gundadali. Harumframt kunnu atgongumerkini eisini keypast í deildunum hjá Suðuroyar Sparikassa í Suðuroynni og í Havn.
400 atgongumerkir fyri serprís
Nú atgongumerkjasølan byrjar, verða 400 atgongumerkir seld fyri serprís, einans 190,- kr. Kostnaðurin eftir hetta verður 250,- kr., sum eisini verður kostnaðurin við dyrnar.
Nøvnini, sum eru kunngjørd at spæa á Jóansøkufestivalinum eru John Lawton, Teitur, Brandur Enni, Crawling Blue og Side Effect.