Tey fyrstu flyta inn um 14 dagar

- Tørvurin at fáa íbúð er sera stórur, siga tey í Nes kommunu.

 

Í farnu viku sýndi Bústaðir fram nýggju íbúðirnar á Kneysum á Toftum. Talan er um 10 leiguíbúðir og átta lutaíbúðir.

- Tørvurin at fáa íbúð er sum kunnugt sera stórur. Mong vóru tey, sum vildu síggja snotuligu íbúðirnar. Bústaðir gevur nú teimum boð, sum fáa møguleika at búgva her.

Í Nes kommunu siga tey, at tey fyrstu helst flyta inn í íbúðirnar hin 1. apríl.

- Vit hava undir leiðslu av Teknistovuni í Gøtu staðið fyri at gera økið byggibúgvið fyri Bústaðir, meðan KBH hevur bygt íbúðarlonirnar, verður lagt aftrat.