Tey gloymdu ikki ættarbandið

Um eftirkomarar hjá Onnu Katrinu og Jósupi úti á Bø í Svínoy, ið bæði komu til Svínoyar sum móðirloysingar

 

Seinni partur

Í blaðnum síðsta leygardag vóru nakrar hugleiðingar um tey bæði Annu Katrinu og Jósup úti á Bø í Svínoy. Felags fyri tey bæði var, at tey sum børn gjørdust móðirloysingar. Tey komu bæði í bóndahúsið har Heimi í Svínoy, har gjørdust tey góð, og tá tey giftust, settu tey búgv úti á Bø.

Hesa ferð var ætlanin at siga eitt sindur um familjuna, sum stóðst av, at hesi bæði ognarleysu avbygdarfólkini komu til Svínoyar, giftust, settu búgv, stríddust og strevaðust og fingu sjey munnar at metta.


Keldurnar

»Tey byggja land« hjá Símuni Hansen eru altíð hentar at kaga í. Hesa ferð hava bæði fyrsta bind, sum er um Fugloy, og annað bind, sum er um Svínoy, verið nógv nýttar, og sætta bind, sum er annar av pørtunum um Klaksvíkina, hevur eisini verið á borðinum.

Myndirnar av teimum sjey systkjunum eru læntar frá Tórgerð Høgnesen í Klaksvík. Hon eigur eisini forkunnugu myndina av ommuni, sum var í blaðnum seinast. Hinar báðar myndirnar hevur Tummas Thomassen í Havnini fingið til vega.

Í síðstu viku var bátasmiðurin Pól Jóhannes nevndur. Øll, sum hava nakað samband við Svínoy, vita, at hann var úr Yvirstovu og ikki úr Gulakstovu, sum tað av óvart var komið at standa.

Heini Joensen í Svínoy hevði givið nágreiniligar upplýsingar um ognarviðurskiftini á bátunum, sum vóru nevndir. Í sambandi við Mjølnir vórðu teir roknaðir upp, sum áttu í, men um Jósup var bara nevnt, at hann var altíð formaður. Tað lá í hesum, at hann eisini var ein av ánarunum, og hervið er tað staðfest.


Tað er so ymiskt

sum lív várt er lagað

Hóast Jósup ikki var tíggju ára gamal, tá hann kom norður til Svínoyar, so gloymdi hann ikki sítt fedranna upphav í Køk í Havnini. Trý av børnunum ­ Tummas, Anna Sofía og Niclas ­ kallaði hann upp eftir sínum forfedrum. Og trý onnur ­ Sigga, Líggjas og Birita ­ fingu nøvn, sum vóru í familjuni hjá Onnu Katrinu.

Lagnurnar hjá teimum sjey børnunum vóru ymiskar. Tey vóru glað og høvdu lættar løtur, og tey høvdu mótburð og møði og stríð, men uttan mun til, hvussu tað lagaði seg, so hava tey neyvan kent, at tað hjá teimum tørnaði so nógv øðrvísi út, enn tað gjørdi hjá so mongum øðrum.

Lívsleiðin hjá teimum mundi vera ein miðal mynd av, hvussu korini hjá føroyingum vóru um aldarskiftið og fram ímóti seinna heimsbardaga. Fólkið livdi saman við og stríddist ímóti náttúrukreftunum. Og havið bæði gav og tók.

Lívið var eitt satt knoss. Tey vóru glað, tá byrðurin var góður, og tey bóru sorg, tá lívsins stormar vóru um at kollsigla tey og tað, sum sá út til at vera gleði og gylt framtíð. Tey høvdu lært at bera lagnuna, soleiðis sum tey trúðu, at hon var løgd til rættis frammanundan, og tað kom teimum ikki til hugs at ákæra hin Hægsta fyri tað, sum var lagt á tey.


Tuberklarnir

Sum tað sæst á niðanfyri standandi, so vóru tað fleiri av teimum, sum her eru umrødd, ið plágaðust og doyðu av tuberklunum. Hetta var ikki eindømi í landi okkara fyrrapartin av hesi øldini. Henda herviliga smittan hevði so sera góð líkindi at gera um seg umborð á sluppunum, har mansskapið stríddist, skaffaði og svav undir ógvuliga primitivum umstøðum, og tá smittan var komin í eina bygd og í eina familju, so vísti hon seg ofta at vera eirindarleys.

Tíbetur kenna vit so lítið til tuberklarnar í dag. Men tað er so stutt síðani, at fólkið livdi í ótta fyri hesum óynskta gestinum, sum vitjaði frá smáttu og til borg, og sum broytti lagnuna hjá so mongum og boygdi mangan ungan og lívsfúsan føroyingin.

Vit hava hoyrt um tey, sum sóu tað sum sína lívsuppgávu at fáa bilbukt við tuberklarnar, og tað verður ongantíð gjørt ov nógv fyri at upplýsa um tað stríð og strev, sum tey løgdu rygg til.

Tað er ikki so langt síðani, at tað í nøkrum sjónvarpssendingum varð lýst, hvussu umstøðurnar vóru hjá teimum, sum vóru sjúk, og hvussu tær vóru hjá teimum, sum stríddust fyri at basa sjúkuni. Sera áhugavert og læruríkt.

Í skaldskapinum hjá Karsteni Hoydal fæst at vita, hvussu tað var at vera partur av umhvørvinum, har Magnussen, læknin, og hansara hjálparfólk stríddust fyri at útrudda tuberklarnar, og tað er ikki minni áhugaverdur lesnaður.


Dikka og Tummas

Jósup æt Niclasen, men hann og konan valdu at geva børnunum Thomassen til eftirnavn. Rímuligt var tað eftir pápa hansara, sum æt Tummas. Fyri hundrað árum síðani var tað sera ymiskt, hvørji eftirnøvn vóðru brúkt, og tað eru fleiri dømi um, at foreldur góvu børnunum hjá sær ymisk eftirnøvn.

Árið eftir, at Anna Katrina og Jósup vóru gingin saman í hjúnalag, sá fyrsta barnið hjá teimum dagsins ljós. Tað var ein drongur, og tey kallaðu hann Tummas, og hann var pápi at Kaj Thomassen, sum fyri trimum vikum síðani fór um tey 90. Tummas var 26 ára gamal, tá hann giftist Fredrikku hjá Heindrikki ella Dikka, sum hon vanliga varð nevnd, og tey settu seg eisini niður úti á Bø. Hon var fødd í 1875, og var sostatt eini seks ár eldri enn Tummas. Tey fingu tvey børn ­ Kaj, sum seinni giftist inn í barndómsheimið ­ og so Fíu, sum var tvey ár yngri og gjørdist bóndakona í Suðurstovu í Hattarvík. Maðurin æt Andrass Fuglø. Miðskeiðis í sjeyti árunum fluttu tey til Klaksvíkar at búgva. Fía doyði í 1989, og Andrass legði árarnar inn í 1992.

Tummas og Fredrikka livdu í hjúnarlagi í 22 ár. Hann hevði tikið gerðið eftir pápan. Konan arvaði fitt av jørð, so tey høvdu meiri at liva av í landbúnaðinum enn tey, sum einki áttu. Hin parturin av innløguni var tað, hann summarhálvárið vann sær sum skipsmaður. Hann sigldi við Dáva úr Gerðum, og hann var millum teir níggju, sum ­ so tekur Símun Hansen til ­ lótu lív í feigdarleikinum eystanfyri Selvogsnes, meðan Føroya stoltasta og snotuligasta skúta varð sundursorað. Tað var náttina til hósdagin 27. mars í 1929, at skonnartin Ernstina, sum Dávur átti saman við beiggjanum, J. F. Kjølbro, fórst.

So var Dikka einkja, til hon slapp í 1955. Fía giftist til Hattarvíkar í 1939, men umframt Kaj, so var eisini ein annar drongur í húsinum. Tað var Karsten, systursonur Tummasar, sum var knapt tólv ára gamal, tá hann í septembur mánað í 1932 varð sendur av Toftum og norður til mammubeiggjakonuna, sum skuldi taka sær av honum. Har var hann, til hann setti føtur undir egið borð, og Dikka vísti hjartaligan kærleika ímóti dreinginum, sum kom úr einum av teimum mongu føroysku heimunum, ið vóru rakt av sjúku og sorg.


Sigga

Tummas var bara tvey ára gamal, tá fyrsta systurin kom 21. januar í 1883. Anna Katrina kallaði mammu sína, sum var deyð so tíðliga frá sínum børnum, upp. Sum vit nevndu í síðstu viku, so var hon ættað úr Eyðastovu í Svínoy og æt Sigga.

Tann yngra Sigga var úti í Fugloy hjá abbanum eitt skifti, tá hon var smágenta. Hon giftist út á Toftir 5. oktobur í 1913, og lagnan var hvørki henni ella hennara blíð. Sigga og maðurin, Hanus heima í Túni á Toftum, fingu fimm børn. Hann var fiskimaður, og hon tók sær av børnunum so frægt sum hon orkaði.

Sum fleiri onnur í familjuni og so nógv onnur í Svínoy og kring landið, so var Sigga nívd av tuberklum, og hon var ofta á sanatorinum í Hoydølum.

Eina smágentu, Elisabeth, mistu tey í 1923. Meðan maðurin var undir Íslandi, vóru Sigga og børnini í Svínoy og ferðaðust hjá familjuni. Har fingu børnini kikhostan, og henda lítla fekk eisini lungnabruna og doyði. Hon varð grivin í Svínoy, og tað vóru ikki góð boð at fáa hjá manninum, tá hann nakrar vikur seinni kom aftur av skipi.

Í 1935 fingu tuberklarnir bilbukt við Siggu. Børnini høvdu ofta verið hjá góðum fólki, og tvey ár eftir, at tey høvdu mist mammuna, fórst pápin. Hann slerdi út av strandasluppini Zealous, tá teir í septembur í 1937 vóru á veg heim av Eysturlandinum.

Elsta barnið hjá teimum er Jústinus. Hann er føddur í 1917 og býr í Saltangará, Elisabeth, var fødd í 1919 og doyði í 1923. Karsten er føddur í 1920, og hann býr í Klaksvík. Anna Katrina er fødd í 1921, og hon býr í Rituvík. Yngstur var Hans Marius ella Hassi, sum hann varð nevndur á Toftum. Hann var føddur í 1926, og í 1966 doyði hann á veg til Italia við norskum farmaskipi. Hann var ógiftur og er grivin í Genova.


Líggjas og

Símun Petur

Líggjas, sum var føddur í 1886, fór um hundrað ára skiftið, tá hann var um fermingaraldur, út til Fugloyar, har hann var at vera hjá abbanum í Keldhúsinum í Hattarvík. Hann fann sær konu av Fløtti á Kirkju. Hon æt Elsa Maria, og hon var fødd í 1896.

Tey bæði giftust inn í Keldhúsinum í 1918, men hjúnarlagið vardi stutt. Hann mundi longu hava smittuna, tá tey giftust, og í 1920 doyði hann av tuberklum.

Í 1923 giftist einkjan uppaftur við beiggja fyrra mannin. Hann æt Símun Petur Thomassen, var føddur í 1891, og hann var sostatt farin uppum tey tríati, tá tey bæði giftust.

Vert er at leggja til merkis, at Elsebeth Maria var tíggju ár yngri enn fyrri maðurin og fimm ár yngri enn seinni maðurin. Í øllum hinum fimm giftarmálunum, har systkini hjá Líggjasi og Símun Peturi vóru annar parturin, vóru konurnar eldri enn menninir!

Elsebeth Maria og Símun Petur høvdu eitt langt og gott lív saman. Hann var skipsmaður, og tey fyrstu nógvu árini búðu tey í Hattarvík, men í 1956 fluttu tey til Klaksvíkar, har báðar døtrarnar høvdu sett búgv. Símun Petur var tann av systkjunum, sum livdi longst. Hann var lættur uppá sporið, hann hevði eitt lætt lyndi, og familjualskurin kom til sjóndar í livandi áhuganum, sum hann hevði í øllum tí, sum tey í yngra ættarliðnum tókust við. So leingi hann orkaði var hann til arbeiðis, og tað kendist altíð hugnaligt og fjálgt at koma inn á gólvið hjá teimum báðum úti á Bumsham-ri. Símun Petursa foldarlív endaði í 1971, og í 1972 legði Elsa Maria árarnar inn.

Í fyrru giftuni vóru eingi børn. Elsebeth Maria og Símun Petur fingu tvær døtrar, sum báðar búgva í Klaksvík. Alisa er fødd í 1927, og Tórgerð er fødd í 1930.


Anna Sofía

Fjórða barnið hjá Onnu Katrinu og Tummasi var ein genta. Hana kallaðu tey Anna Sofía. Hon var fødd í 1889, og hon var um 25 ára aldur, tá hon í 1914 giftist við Óla Jákup millum Garðarnar, sum var ættaður av Fløttinum í Klaksvík og føddur í 1890. Tey bæði settu seg niður uppi á Heygum, har Óla Jákup bygdi fast í hjá bróðrinum Jákupi, men í 1928 fluttu tey til Klaksvíkar.

Elsti sonur teirra, Jósup, var at vera hjá ommuni og abbanum úti á Bø, inntil hann seinni fór til Klaksvíkar, har hann festi búgv á sama hátt sum fleiri av hinum systkjunum.

Anna Sofía doyði leið nógv av astmu, og í 1937 var hon á sanatorinum, tí hon hevði fingið tuberklar. Hon doyði í 1941. Óla Jákup livdi til í 1971. Allir klaksvíkingar minnast henda hugflogsríka mannin.

Jósup, sum var føddur í 1914, doyði í 1970, Marin Malena, sum er fødd í 1916, býr í Sørvági, Anna Katrina, sum er fødd í 1918, býr í Leirvík, Elsa Maria ella Lisa, sum hon varð kallað, búði í Klaksvík. Hon var fødd í 1921, og hon doyði í 1980 Rasmus, sum er føddur í 1923, Diana, sum er fødd í 1925 og Kristoffur, sum er føddur í 1927, búgva øll í Klaksvík.


Birita

Yngsta gentan hjá Dikku og Tummasi var Birita. Hon var fødd í 1894, og í 1922 giftist hon Jóannesi úti á Váli. Hann var føddur í 1896. Tey bygdu úti í Váli, og tey fingu fram til 1931 fimm børn, og byrðurin tóktist teimum góður.

Men so reistu óløgini seg. Annar drongurin brendist so illa, at hann doyði av tí, og 1. desembur í 1937 skolaði lívsins brotasjógvur rættiliga yvir tey. Jóannes var saman við øðrum á veg út til Svínoyar við gomlu Brittons Pride, og úti fyri Havsbøll fórst báturin, sum teir vóru farnir í. Eftir sat Birita við fýra børnum ­ Líggjas var fimtan ára gamal og elstur. Tá var eingin inntøkutrygd og hjálp at fáa, so umframt eymastu bondini, ið vórðu kvett av, so var hetta eisini ein øðiligur fíggjarligur og sosialur smeitur. Talan var um eitt valahús. Jóannes var skipari á sluppini Haraldi, sum Kjølbro átti, men nú var eftir einari lítlari løtu alt hetta broytt. Um krígslok flutti øll familjan til Klaksvíkar at búgva. Tey fingu eini hús upp á Selheyggi, áðrenn Birita doyði í 1949.

Elsti sonur teirra var Líggjas. Hann var føddur í 1922, og búði í mong ár í Klaksvík. Tey seinnu árini búði hann í Havnini. Líggjas doyði í 1992??. Hanna, sum í nógv ár búði í Grønlandi, men sum nú í fleiri ár hevur búð í Danmark, var fødd í 1925, Anna Katrina, sum er fødd í 1927, býr í Klaksvík, og Thomasia var fødd í 1931. Hon og hennara familja fluttu í 1970 til Grønlands, og har doyði hon í 1990. Smádrongurin, sum tey mistu, æt Hans. Hann var føddur í 1924 og hann doyði longu í 1925.


Niclas

Yngstur í flokkinum var Niclas, sum ongantíð giftist. Hann var føddur í 1900. Tað var tíðliga, at hann fekk smittuna, og stóran part av sínum vaksna lívið var hann bundin at sanatorinum í Hoydølum.

Svínoyrafólk, sum nú eru farin um dustsins ár og reiðiliga tað, minnast hann millum lítið og einki at hava verið har í bygdini, og í 1935 gjørdu tuberklarnir enda á honum.

Fýra av teimum sjey systkjunum, sum vóru fødd frá 1883 og fram til ár 1900 doyðu í bestu árum, og tveir av svágrunum fóru á sjónum ­ annar við skipi og hin við opnum báti. Og tað var stutt ímillum, at fleiri teirra fóru. Líggjas doyði í 1919, Tummas doyði í 1930, Sigga og Niclas doyðu bæði í 1935, og Hanus og Jóannes sjólótust báðir seinnapartin av 1937.


Føðingardagsbarnið

Nú eru longu nógv ár síðani, at tann síðsti í umrødda ættarliðnum fór undir grønu torvu, og sum nevnt, so eru tað fleiri av teimum í næsta ættarliðnum, sum heldur ikki eru okkara millum.

Íblásturin til hesar hugleiðingarnar var, at elsta barnabarnið hjá Onnu Katrinu og Jósupi, Kaj Thomassen, fyri trimum vikum síðani fylti 90 ár.

Kaj er føddur í 1907, og at tað var ein stórhending ímillum systkini hjá pápa hansara, tá hann kom í verðina, kunnu vit ímynda okkum út frá, at tey eru mong í familjuni, sum alla tíðina hava kallað hann Kaj beiggi.

Kaj var trettan ára gamal, tá pápabeiggin, sum var farin til Fugloyar, doyði av sjúku, og hann var tilkomin, tá lívsins brotasjógvar, sum eru umrøddir omanfyri, skolaðu inn yvir familjuna.

Tað hevur ofta verið tikið til, at teir báðir feðgarnir, Tummas og Kaj úti á Bø, vóru so sera væl. Sást tú annan, so sást tú hin.

Kaj fór tíðliga til skips, og tá Dávur úr Gerðum fekk Ernstinu, hevði pápin, uttan at Kaj visti av tí, orðað við Dáva, um ikki sonurin eisini kundi sleppa við honum hetta várið. Tað var orsøkin til, at feðgarnir báðir vóru við sama skipi, tá pápin fórst við Ernstinu fyri meiri meiri enn 67 árum síðani.

Kaj, sum tá var 23 ára gamal, taldist ímillum teir seytjan, sum komu undan við lívinum. Kaj er einasti av mansskapinum á Ernstinu, sum er eftir á lívi. Hann hevur ikki gjørt nógv av at tosa um skipbrotið, men fyri nøkrum fáum árum síðani greiddi hann sáttligur og siðiligur, sum hann er, frá í sjónvarpinum, hvussu hann mintist hetta at vera farið fram.

Burtursæð frá krígsárunum, so sigldi Kaj úti á Bø við Skálanesi, sum Dávur úr Gerðum og Kjølbro keyptu, eftir at Ernstina var farin. Dávur úr Gerðum, sum helt til hjá teimum úti á Bø, tá hann var í Svínoy, førdi Skálanes nógvu tey fyrru árini, og seinni var tað sonur hansara Óli, sum var skipari á Skálanesi. Á sumri í 1961 brendi Skálanes í Grønlandi. Soli deo Gloria, sum Jóannes hjá Dáva átti, fór til Havnar eftir manningini, og hetta sunnukvøldið, tá Solo í dýrdarveðrið kom heim eftir vánni, og henda skipbrotna manningin steig á land, er nakað, sum ikki fer úr huganum á smádreinginum, sum slapp við foreldrunum út í Klaksvík at taka ímóti skyldmanninum.

Eftir kríggið var tað vanligt, at útoyggjamenn komu til Klaksvíkar at rógva út um vetrarnar. Teir búleikaðust ofta umborð, og tað mundi onkuntíð kennast langligt, tá tað ikki vóru útróðarlíkindir nógvar dagar og kanska vikur upp í slag.

Hesir menninir vildu sjálvsagt frætta frá sínum kæru og fylgja við í, hvussu tað gekk í heimbygdini. Telefonsambandið var ikki so lagaligt tá, sum tað er nú. Avgreiðslutíðin var long, og teir kundu sita leingi í bíðirúminum á gomlu telefonstøðini og bíða, áðrenn tað var greitt.

Jógvan á Syðradali driftaði sluppina Gudrun í sekstiárunum, og Kaj taldist tá ímillum fleiri útoyggjamenn, sum róðu út við Jógvani. Hetta mundi vera tað seinasta, sum hann var burtur.

Sum vit nevndu seinasta leygardag, so róði Kaj út undir krígnum við Orminum Langa, og tað mundi mangan vera stríggið at egna og fara til útróðarar og síðani at fara inn í Sund at sleppa sær av við fongin. Fyri at lætta um skiftust bátarnir viðhvørt um at fara inn av avrreiða. Í Sundi keyptu teir øvur til agn frá onkrum sundamonnum, sum høvdu tað til vinnuveg at syrgja fyri agninum. Sjálvt um teir mundu vera móðir og troyttir av útróðri og stiming, so var tað heilt vanligt, at teir stungu fliður á veg út aftur til Svínoyar.

Kaj røktaði í nógv ár suðuri í Berginum saman við Óla Danielsen ella Hús-Ólavi, sum hann var róptur í Svínoy, tí hann var ættaður av Húsum.

Pápi Dikku og abbi Kaj, Heindrikur í Tronganum, røktaði Bergið í síni tíð. Seinni røktaði Kaj saman við Jákupi á Rókini.


Familjan

Kaj fór ikki langt, tá hann skuldi finna sær konu. Kristina æt konan í grannahúsunum. Hon var tvær ferðirnar gift. Fyrri maðurin, Guttormur Mikkelsen, ið var úr Árnafirði, gekk burtur 13. desembur í 1913, og tá áttu tey trý børn. Í 1915 giftist Kristina uppaftur við Poul Lind ella Poul úti á Lag, sum svínoyingar róptu hann. Poul var sonur Tofta-Jóhonnu og Jóannes Lind. Kristina og Poul Lind fingu tríggjar gentur, og Jenny, sum er fødd í 1921, er tann yngsta av teimum.

Jenny og Kaj giftust í 1945. Tey eiga seks børn. Tummas, sum er føddur í 1945, og Kristina, sum fødd í 1947, búgva í Havnini, Fróði, sum er føddur í 1952, býr í Klaksvík, og Páll, sum er føddur í 1949, Bjarti, sum er føddur í 1955 og Ólavur, sum er føddur í 1960, búgva í Svínoy.

Tá Jenny giftist við Kaj hevði hon systurdóttrina Sóley við inn í grannahúsini. Sóley er dóttur elstu systur Jenny, sum eitur Jóhanna. Hon býr í Borgarnesi norðanfyri Reykjavík. Sóley, sum er fødd í 1937, býr í Havnini.


Endi

Nú eru árini vorðin mong hjá Jenny og Kaj, sum fyri hálvum triðja ári síðani hildu væleydnaða gullbrúdleypsveitslu hjá dóttrini í Havnini.

Vit heilsa tykkum enn eina ferð og biðja Guds signing yvir tykkum og tykkara.

Skarðin, sum Anna Katrina og Jósup vóru forfedrar at, hevur vaksið seg stóran. Talan er um bæði fimta og sætta lið. Øllum hesum verður send ein familjuheilsa, nú hugleiðingarnar, sum sprottust av 90 ára føðingardegnum næstsíðsta sunnudag, eru at enda komnar í hesum umfarinum.

Okkurt er komið fram afturat hesa vikuna, sum er farin, síðani fyrra greinin stóð í blaðnum. Tað venda vit aftur til, eina ferð undan jólunum.