Tey góðu og ringu veðurtíðindini í kvøld

Summarfestivalurin hevur havt tveir frálíkar dagar við góðum veðri og góðum konsertum. Í kvøld fer veðrið at hava bæði góðar og ringar síður.

Skráin fyri í kvøld hevur eitt sindur at bjóða uppá. Er man til fólkatónleik, kann man lurta eftir Spælimonnunum kl. 18.30. Eivør spælir kl. 19.15, um man ynskir at hoyra Føroya fremstu songkvinnu. Danska Anne Linnet við hópin av hittum frá 70 og 80unum spælir kl. 21, meðan tann føroyski Bon Jovi, Jens Marni, spælir kl. 22.15. Í stuttum eitt sindur til hvønn smag.

 

Okkurt føðingardagsbarn hevur ikki skikkað sær heilt væl í dag, tí veðrið er ikki av tí besta. Eins og við G! festivalinum, sum hevði tveir góðar veðurdagar og grimdarregn síðsta dagin, sær mynstrið út til at endurtaka seg á Summarfestivalinum.

 

Hann sigur frá regni alt kvøldið og væl út á náttina í Klaksvík, har tað liggur millum 0,2 og 0,7 mm um tíman. Fólk gera tí kløkt í at lata seg í eftir veðrinum. Gummistivlar, regnklæði og kanska eitt regnskjól eru skilagóðar íløgur, um ein ætlar sær á festival í kvøld.

 

Tey góðu veðurtíðindini eru tó, at tað verður so at siga ongin vindur. Tá hann er harðastur, er vindurin 3 metrar um sekundið, sum kann eitast at vera næstan stilli. Hitin fer at liggja um 11 og 12 gradir, sum er heilt á leið.

 

Letur ein seg í eftir veðrinum, er einki til hindurs fyri, at ein kann njóta góðu konsertirnar við Eivør, Anne Linnet, Jens Marna og øðrum.