Hóast tað regnar, er tað eingin, sum sigur, at man ikki skal kunna fáa ein góðan og hugnaligan festival fyri tað. Inni í einum av teimum mongu campingvognunum, sum standa á útfyllingini í Klaksvík var hildin rimmar føðingardagur í øllum regninum.
- Hetta er vorðið traditión eftir hondini, at vit grilla leygardagin tað vikuskiftið, sum Summarfestivalurin er. Í ár fylli eg so í dag, leygardagin, men onnur ár plaga vit bara antin at forskjóta ella forsinka føðingardagin, so hann passar til leygardag, sigur Jórun Skorheim úr Leirvík.
- Vit byrjaðu klokkan 15, tá grillurnar vórðu tendraðar. Síðani dettur fólk inn á gólvið so hvørt. Tað veri seg vinfólk, familja, kenningar, ja, bara øll møgulig, sigur Ivan Skorheim, sum er formaður fyri campingfelagið í Føroyum.
Síðstu árini er talið av campingvognum í Føroyum økt serstakliga nógv, og Jórun og Ivan gera eisini nógv burtur úr at campa.
- Eg vildi mett, at vit campa einar fimm til seks ferðir um árið. Eitt fast, sum vit gera hvørt ár, er, at vit um heystið fara á fjall á Trøllanesi við campingvogninum, sigur Jórun, meðan regnið hoyrist drippa uttanfyri.
- Ja, tað er slíkt frælsi í at hava campingvogn. Eg havi sagt, at vit fara ongantíð uttanlands aftur uttan campingvogn, sigur Ivan smílandi.
Ivan tók í 2004 stig til at stovna campingfelagið í Føroyum. Í dag eru 125 campingvognar skrásettir í felagnum.