– Tað er sjálvandi ómetaliga keðiligt, og tað harmast við um mótvegis okkara ferðafólki
Tað sigur Mariam Skovfoged, talsmaður fyri SAS. Hósdagin skrivaðu vit um Kari Berg úr Noregi, sum skuldi koma til Føroya at hitta ungdómsvinkonuna, Unni Hentze á Sandi. Men SAS fekk ikki lent í Føroyum fyri mjørka, og hevði einki eykaflogfar til taks, so ferðin varð avlýst, og Kari Berg mátti tískil aftur til Noregs sum av tórvheiðum.
Tað kanst tú lesa meiri um her: Øll ferðin til Føroya varð oyðiløgd
SAS vildi hava eina skrivliga frágreiðing, áðrenn tey svaraðu, og í einum skrivligum svari, harmast Mariam Skovfoged um, at tey vóru noydd av avlýsa túrin til Føroyar fyri mjørka.
– Det er selvfølgelig rigtig ærgerligt, at vi har været nødt til at aflyse flyet på grund af tåge, og det beklager vi over for vores passagerer, sigur hon.
Men hon sigur, at hetta er enn eitt dømi um, hvussu stóran týdning tað hevur, at SAS sleppur at brúka tað nýggju RNP tøknina, sum eisini Atlantsflog brúkar, tí tá kann SAS lenda í somu líkindum, sum Atlantsflog lendir í.
RNP tøknin ger, at flogfør kunnu koma nógv nærri flogvøllinum í mjørka, áðrenn støða verður tikin til um tað er lendandi, ella ikki, og tað hevur bøtt munandi um reglusemið hjá Atlantsflogi.
Mariam Skovfoged sigur, at enn hava myndugleikarnir ikki góðkent, at SAS kann brúka RNP tøknina, men at bíðað verður bara eftir, at myndugleikarnir taka eina avgerð.
Unni Hentze á Sandi, sum hevði glett seg til at síggja ungdómsvinkonuna aftur, eftir 51 ár, heldur, at tað er ómetaliga vánaligt, at SAS ikki hevði eitt eykaflogfar til taks, soleiðis at ferðafólkini sluppu til Føroya.
Mariam Skovfoged svarar heilt stutt, at SAS er eitt felag við nógvum rutum og tí ber ikki altíð til at hava eykaflogfar til taks í førum sum hesum.