Tey leggja ikki í hvat Kaj Leo sigur

Nú skal landsstýrismaðurin í heilsumálum greiða alment frá, hvussu landið liggur

Nú skal Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, greiða alment frá, hvussu tað gongur við arbeiðnum at skipa eina dialysu-viðgerð í Suðuroynni.

Í eina tíð hevur verið tosað um at gera umstøðurnar betri hjá teimum suðuroyingum, sum hava brúk fyri dialysu-viðgerð. Sum støðan er nú, skulu teir til Havnar tríggjar dagar um vikuna at fáa dialysu.

Tann trupulleikin verður uppaftur størri nú hesar næstu sjey vikurnar, nú Smyril fer í dokk og Herjólfur 3 skal røkja siglingina um suðuroyarfjørð. Sjúkraflutningur hevur altíð framíhjárætt, men tað er ein tíma longri at sigla hvønn vegin, umframt at báturin er nógv minni enn Smyril og sostatt er eyðsæð, at hann eisini rullar verri.

Men fyrr í ár boðaði landsstýrismaðurin frá, at hann hevði givið Landssjúkrahúsinum boð um at finna eina loysn, so at hesir sjúklingarnir eisini kundu fáa dialysu í Suðuroy.

Men enn er einki hent, og nú er málið reist í Løgtinginum. Tað er Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, sum nú spyr landsstýrismannin, hvussu tað gongur við arbeiðnum at fáa dialysu í Suðuroy og nær tað fer at bera til at fáa dialysu í Suðuroy.

Ein av dialysusjúklingunum í Suðuroy hevur tikið avleiðingarnar av støðuni, og er fluttur norður um við familjuni fyri at sleppa undan allari ferðingini og landsstýrismaðurin skal eisini greiða frá, um hann heldur, at tað er ein nøktandi støða tí at landsstýrismaðurin »ikki megnaði at halda orð«, sum Bjarni Hammer málber seg.

Hann vísir á, at nú er tað meiri enn ein mánaði síðani, at landsstýrismaðurin í heilsumálum segði seg at hava mist tolið við, at eingin loysn enn var funnin á dialysuviðgerðini í Suðuroynni. Sjúkrahúsverkið fekk tá greið boð um, at NÚ skuldi ein loysn finnast.

12. juli gav landsstýrismaðurin í heilsumálum leiðsluni á Sjúkrahúsverki Føroya greið boð um beinanvegin at finna eina loysn fyri dialysusjúklingar í Suðuroynni.

– Tað vísir seg tó, at leiðslan á Sjúkrahúsverki Føroya leggur líka í, hvat landsstýrismaðurin sigur. Í øllum førum er onki hent uttan tað, at dialysusjúklingar eru noyddir at flyta av oynni, frá húsi og heimi.

Umframt herviligu sjúkuna blívur fíggjarliga byrðan av hesum bara enn tyngri, tí nú fáa sjúklingarnir m.a. dupult húsarhald aftur at at stríðast við, sigur Bjarni Hammer

Í morgin, leygardagin, verður ferðasambandið til og frá Suðuroynni munandi skert, og í skrivandi løtu kann staðfestast, at ætlanin hjá landsstýrismanninum at hjálpa dialysusjúklingum í Suðuroynni ikki er framd í verki, leggur hann afturat.

 Spurningurin skal, í seinasta lagi, svarast fyrst í næsta mánað.