Ein orsøk til, at ferðafólkasiglingin upp á Mykines er skerd í ár, er, at Strandferðslan skuldi spara.
Tað sigur Hendrik Old, landsstýrismaður í Samferðslumálum.
Jørgen Niclasen, tingmaður, hevur spurt hann, hví rutusiglingin hjá Jósupi er skerd í ár, afturímóti í fjør, hóast tað stendur í fíggjarlógini, at hon ikki skuldi tað.
Eftir avtalu ímillum Strandferðsluna, og felagið, sum eigur Jósup, skal hann sigla upp á Mykines frá 1. mai til 31. august, umframt í heystferiuni.
Í fjør varð tíðarskeiðið longt, so at Jósup eisini sigldi allan september mánað, men í ár verður so aftur siglt eftir vanligu avtaluni, so at siglingin endaði 31. august.
Hinvegin ásannar landsstýrismaðurin, at tað er ein feilur, at tað stendur í fíggjarlógini, at siglt verður longri enn vanligt, tí tað var ongantíð ætlanin.
Tað var ongantíð ætlanin, tí í fíggjarlógini fyri í ár skuldi Strandferðslan spara eina millión.
Samstundis hevur Strandferðslan onki avloysaraskipn og er sotatt heft av at leiga privatar bátar, tá ið skipini skulu í dokk.
Tí er Jósup, sum røkir Mykinesleiðina, ein partur av dokkingarætlanirnar hjá Strandferðsluni, og so seint sum í ár leigaði Strandferðslan sostatt Jósup ímillum 1. september til í heystfrítíðini, tá ið fleiri skip vóru í dokk.
Hendrik Old sigur, at ein orsøk til, at tað nettupp var siglingin upp á Mykines, sum varð skerd, var, at tann eykasiglingin ikki kann sigast at hava vunnið hevd afturímóti aðrari sigling.
Men varð sparikravið til Strandferðsluna enn størri hevði tað allarhelst verðið skorið av siglingini hjá Smyrli.
Ein onnur orsøk var, at eykasiglingin hevði órógvað dokkingarætlanirnar hjá Strandferðsluni.
Hendrik Old heldur kortini, at ferðasambandið til Mykinesar verður væl røkt av tyrluni, tí hom flygur fleiri ferðir um vikuna.
Annars staðfestir hann, at í fjør var ferðafólkatalið á Mykinesleiðini munandi lægri í september mánaða enn tað var í august.
Ì roynd og veru var tað heilar tíggju ferðir lægri, og harumframt viðraði rættiliga illa í september, og tí vórðu fleiri túrar ikki sigldir.
Landsstýrismaðurin sigur kortini, at hann ætlar sær tó at arbeiða fram ímóti eini skipan, har ið siglt kann verða í september eftir tørvi, kanska við eini tilkallingarskipan, tá ið veðrið er til.