Tey ríku mugu betala til tey fátæku

Føroya Kommunufelag tekur fult undir við ætlanini hjá Magna Laksáfoss at gera eina skipan, har tær vælbjargaðu kommunurnar betala til tær, sum hava minni pengar

Tað er neyðugt at gera eina skipan, har tær ríku kommunurnar betala til tær fátæku.

Tað sigur Rósa Samuelsen, sum er forkvinna í Føroya Kommunufelag.

Føroya Kommunufelag tekur sostatt fult undir við ætlanini hjá Landsstýrismanninum í fíggjarmálum um at gera ein kommunalan útjavningargrunn, sum tær vælbjargaðu kommunurnar betala inn í og sum tær verri staddu kommunurnar kunnu fáa pening úr til sínar útreiðslur.

Kommunufelagið hevði fund fríggjadagin, har spurningurin um eina kommunala útjavningarskipan var til umrøðu.

- Tað er ongin loyna, at hóast landið enn umsitur nógv tey flestu økini, er tað munur á tænastustøðinum, sum borgarin fær í teimum ymsu kommununum.

- Tað merkir eisini, at hóast borgarar í einari kommunu rinda hægri kommunuskatt, kunnu teir vera í eini støðu, har teir fáa verri tænastur frá tí almenna enn borgarar fáa í kommunum við lægri skatti.


Taka undir við Laksáfoss

Tí heldur Føroya Kommunufelag avgjørt, at tað er neyðugt at gera eina kommunala útjavningarskipan.

- Undir øllum umstøðum kann tað ikki vera talingur um at leggja fleiri øki undir kommunurnar at umsita, fyrrenn ein slík skipan er gjørd, er niðurstøðan á fundinum fríggjadagin.

- Tað kann ikki góðtakast, at landsins borgarar skulu hava ymisk tænastutilboð frá tí almenna, alt eftir, hvar teir búgva, sigur Rósa Samuelsen.

Tí er Kommunufelagið avgjørt sinnað at samvirka við landsstýrismannin í fíggjarmálum um at gera eina slíka útjavningarskipan.

Magni Laksáfoss hevur skotið upp at fíggja eina slíka skipan við at lækka landsskattin og hækka kommunuskattin. Samstundis skal mvg-endurgjaldið, sum kommunurnar fáa landinum, lækkast.

Mett verður, at tilsamans fáast 72 milliónir um árið í eina slíka útjavningarskipan.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum roynir at fáa eina útjavningarskipan í lag longu næsta ár so at kommunur kunnu fáa pening úr skipanini longu í 2009.

- Vit hava ikki kanna ítøkiliga eftir, hvussu vit kundu hugsa okkum at skipa eina útjavningarskipan. Hvussu ein slík skipan verður fíggjað, mugu vit viðgera nærri og tað fara vit at brúka næstu tíðina til. Men at vit mugu hava eina skipan, er ongin ivi um.

Í sambandi við eina útjavningarskipan, leggur Kommunufelagið stóran dent á, at greiðar reglar verða gjørdar fyri, hvussu tað skal gjaldast úr skipanini.

Í hesum sambandi er neyðugt at hyggja eftir, hvønn útreiðslutørv, hvør einstøk kommuna hevur.


Skilir ikki aðrar kommunur

Sostatt er tað greitt, at tær smærru kommunurnar í Føroya Kommunufelag, taka undir við eini kommunalari útjavningarskipan. Hinvegin er eisini greitt, at Kommunusamskipan Føroya, sum umboðar tær seks størstu býarkommunurnar í landinum, umframt Sands Kommunu, er nógv trekari at ganga við til eina slíka skipan.

- Hugsa vit um Tórshavnar Kommunur, skilji eg væl, at mótstøða er ímóti eini útjavningarskipan, tí tað Tórshavnar Kommuna verður óivað noytt at betala í eina slíka skipan, sigur Rósa Samuelsen.

- Men skulu vit hugsa um aðrar limakommunur í ommunusamskipan Føroya, skilji eg ikki, at tær eru ímóti eini útjavningarskipan, tí tær koma at fáa stórt gagn av eini slíkari skipan.

- Tí skilji eg heldur ikki, at Kommunusamskipan Føroya, sum felagsskapur, er ímóti eini kommunalari útjavningarskipan, leggur forkvinnan í Føroya Kommunufelag afturat.

Limirnir í Kommunusamskipan Føroya eru Tórshavn, Klaksvík, Runavík, Fuglafjørður, Vágur, Tvøroyri og Sandur og tær umboða 2/3 av fólkatalinum.

Allar hinar 27 kommunurnar eru limir í Føroya Kommunufelag og tilsamans umboðar felagið sostatt 1/3 av borgarunum.

Rósa Samuelsen leggur afturat, at Føroya eru einasta norðurland, sum ikki hevur ein kommunala útjavningarskipan og tí eru vit eftirbátar á hesum øki, heldur hon.

Endamálið við eini kommunalari útjavningarskipan er, at samsvar skal vera ímillum skattin, ið skal rindast, og tænastuna, ið fæst afturfyri frá kommununum