Tey seta spurnartekin við trygdina

- Tað kennist ikki sørt órógvandi, nú vit kunnu vænta hálku, at bilaverjan ikki er komin uppaftur í Dalslíð.

Tað var hin 18. oktober - ella fyri sløkum mánaði síðan - at Landsverk sprongdi ein stóran stein í hamrinum í brattlendinum oman fyri vegin gjøgnum Dalslíð. Orsøkin til hetta stig var vandin, sum kundi standast, um steinurin loysnaði og reið oman á vegin.

 

Landsverk vísti á, at fram við vegnum gjøgnum Dalslíð vóru fólk vorðin varug við ein umleið tríggjar metrar høgan stein, sum í ávísan mun var loysnaður úr lendinum og sum - møguliga - stóð til at leypa niður á vegin. Fyri at binda um heilan fingur varð gjørt av at spreingja steinin burtur, meðan vegurin var stongdur.

 

Í Dali fegnast tey sjálvsagt um, at Landsverk roynir at bøta um ferðslutrygdina og vil hava nevnda steinin burtur, men tey eru samstundis órógvaði, nú vetur og frost stunda til og bilaverjan, sum var her, ikki er komin uppaftur.

 

- Vegurin í Dalslíð er í støðum rættiliga smalur, tó at her eru fleiri møtipláss, har bilar kunnu halda av, tá mótkoyrandi ferðsla er. Men, tað kennist ikki sørt órógvandi, nú vit kunnu vænta hálku, at bilaverjan ikki er komin uppaftur. Í staðin hevur Landsverk sett upp nakrar betongklossar niðast við vegjaðaran.

 

Kvinna úr Dali, sum dagliga koyrir úr bygdini til arbeiðis, sigur, at hon sjálvsagt ikki dugir at meta um nyttuna og tryggleikan við betongklossunum, um tað verður hált, og bilurin skuldi farið á glið á vegnum. Hon sigur seg heldur ikki duga at meta um leysa tilfarið, sum sær út til at liggja uppi í brattanum eftir spreingiarbeiðið.

 

- Men, soleiðis, sum eg síggi niðan í hamaran, har kletturin partvís er sprongdur, liggur nógv leyst tilfar í brattlendinum, men eg sigi ikki, at hetta liggur til at ríða oman. Eg vóni bara, at tað ikki gongur long tíð, til bilaverjan á vegastrekkinum í Dalslíð er komin upp aftur, sigur hon við In.fo.

 

Um eina løtu fer In.fo at hava eina viðmerking frá Landsverki um vegin gjøgnum Dalslíð.