Hóskvøldið 9. desembur klokkan 20 verður Fótbóltsgalla 2021, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya. Fótbóltsgalla 2021 verður á Parnassinum á Hotel Hafnia. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kappingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik.
Her á In.fo fara vit í dag at kunngera tey tilnevndu. Vit eru nú komin til ársins miðvallari. Hjá monnum er talan um miðvallarar og vengur. Hjá kvinnum er bara talan um miðvallarar.
Tær tilnevndu til ársins miðvallara eru:
Ansy Jakobsen, NSÍ
Jensa K. Tórolvsdóttir, Víkingur
Sanna Svarvadal, KÍ
Teir tilnevndu til ársins miðvallara hjá monnum:
Árni Frederiksberg, KÍ
Jákup B. Andreasen, KÍ
Sølvi Vatnhamar, Víkingur