Tey ungu hava eitt serligt ivamál um fosturtøku

Næsta ættarlið av føroyskum politikarum hevur avgjørdar meiningar um fosturtøku, men tað er serliga ein spurningur, tey kjakast um

 

Næsta ættarliðið av føroyskum politikarum hava rættiliga avgjørdar meiningar um fosturtøku. Tað varð greitt á kjakfundinum, Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, skipaði fyri í Miðlahúsinum í farnu viku.

 

Fýra av teimum politisku umgmannafeløgum vóru við á fundinum, og tey býttu seg í tvey. Ung fyri Miðflokkin og Huxa, sum er ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum, vilja banna fosturtøku, men Unga Tjóðveldi og Sosialistisk ung, sum er ungmannafelagið hjá Javnaðarflokkinum, vilja hava fría fosturtøku.

 

Men tað var serliga ein spurningur, tey stríddist um, og tað er tann ævinligi spurningurin í sambandi við fosturtøku. Og spurningurin er: Nær byrjar lívið og nær er talan um eitt fostur og nær er talan um eitt barn.

 

Hjá tveimum politiskum ungmannafeløgum, var svarið ógvuliga einfalt, tí bæði Huxa og Ung fyri Miðflokkin, eru sannførd um, at lívið byrjar við gitnaðinum.

 

Rúni Steintún í Ung fyri Miðflokkin, sigur, at í roynd og veru kann eingin siga um fostrið er eitt lív ella ikki.

 

– Ongin hevur eina haldgóða forkláring upp á, at tað ikki er eitt mannalív, tí ongin kann siga, at lívið byrjar í viku 12, viku 16, ella okkurt heilt annað.

 

– Men er tað bara tann minsti ivi um tað, eiga vit at lata ivan koma tí til góðar. Tí siga vit, at lívið byrjar við gitnaði og sostatt skal fosturtøka bannast, tí vit taka lív og eitt lív hevur síni mannarættindi.

 

Beinir Johannesen í Huxa, sigur, at rætturin til lívið er ein grundleggjandi mannarættur og hjá honum er søgan ikki longri enn tað.

 

Bæði Barbara Gaardlykkea Apol úr SU og Hervør Pálsdóttir úr Unga Tjóðveldi, halda, at  tað skal vera mark fyri, hvussu langt í viðgongutíðini, ein kvinna kann fáa fosturtøku. Men tær siga samstundis, at tað markið hevur onki við yvirgangin frá fostri til menniskja at gera. Hinvegin skal markið skal brúkast til at geva kvinnuna eina umhugsunartíð og høvi til at leita sær ta ráðgeving, hon hevur brúk fyri.

 

Kortini vísa tær á, at í 12 viku er fostrið 100 prosent bundið at kroppinum hjá kvinnuni. Kvinna og fostur eru ikki tvey, men eitt, tí tá kann fostrið ikki liva uttanfyri kroppinum á mammuni. Tað kann heldur ikki liva við hjálp frá øðrum.

 

– At fáa eitt barn er ein tann størsta ábyrgdin, ein kvinna yvirhøvur kann átaka sær, og tí má hon eisini játta, at taka hesa ábyrgdina á seg. Men tað eru ikki allar kvinnur, sum altíð eru førar fyri at taka tað ábyrgdina á sær, heldur Barbara Gaardlykke Apol.

 

Rúni Steintún er ikki samdur í, at fortreytin skal vera, at fostrið er púra tengt at kroppinum hjá mammuni, Hann samanbar tað við sjúklingar, sum mugu liggja í respirator fyri at liva. –Hann spyr um hesir sjúklingar so heldur hava ikki rættin til at liva

 

– At tú ert tengdur av øðrum, merkir ikki, at tú ikki hevur síni rættindi, heldur hann

 

Hervør Pálsdóttir heldur hinvegin, at tað er ein heilt annar spurningur, ikki hoyrir heima í í hesum kjakinum, tí eitt fostur kann heldur ikki liva við hjálp frá øðrum.

 

Ein nýføðingur klárar tað seg ikki uttan mammuna. Men fellur mamman frá, kann tað fáa hjálp frá øðrum fyri at liva, men tað kann eitt fostur heldur ikki, sigur hon.

 

Tey politisku ungmannafeløgini hava greiða støðu til fosturtøku. Frá vinstru eru tey Beinir Johannesen úr Klaksvík fyri Huxa, sum er ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum, Rúni Steintún av Argjum fyri Ung Fyri Miðflokkin, sum er ungmannafelagið hjá Miðflokkinum, Barbara Gaardlykkea Apol úr Havn fyri Sosialistisk Ung, sum er ungmannafelagið hjá Javnaðarflokkinum, og Hervør Pálsdóttir úr Havn, fyri Unga Tjóðveldi,  sum er ungmannafelagið hjá Tjóðveldi