Útflyta ikki korn og rís

Teir hækkandi matvøruprísirnir fáa altsamt fleiri lond til at taka stig fyri at verja seg ímóti avleiðingunum. Eitt nú hava myndugleikarnir í Kasakhstan gjørt av at banna landsins fyritøkum at selja hveiti av landinum, og í Indonesia hevur stjórnin sett bøndrunum forboð fyri at selja rís av landinum.

 

Eygleiðarar vænta, at fleiri lond fara at taka sama stig sum Kasakhstan og Indonesia at banna korn- og rísútflutningi. Frammanundan hava Kina, India, Vietnam, Kambodja og Egyptaland tikið sama stigið.