Við øllum lítillatni, so havi eg heiðurin av at vera tann fyrsti, sum útflutti føroyskan aldan laks.
Hetta var fyri alibrúkið SALMO í Kaldbak, stovnað av slóðbrótaranum og undangongumanninum Guttormi Djurhuus. Hetta var sera spennandi roynd. Um sama mundið fiskaðu vit nógvan villan laks norðan fyri Føroyar og spurningurin var, um tað yvirhøvur var marknaður fyri aldum laksi, og um hann kundi kappast við villa bróður sín.
Okkara keyparar lótu væl at laksinum úr Kaldbak. Góðskan var sera góð, og eg minnist, at vit fingu umleið Kr 75,- fyri kg! Síðan byrjaði regluligur útflutningur av aldum laksi og ein nýggj føroysk vinna sá dagsins ljós.
Those were the days og restin er søga í dag:
Vit hava ikki veitt villan laks í skjótt 10 ár og tíanverri bendir alt á, at hesin laksur, THE KING OF FISHES, sum hann varð róptur, hevur í dag risa stórar trupulleikar orsakað av ovurveiðu, dálking og av árininum av ótálmaðari aling. Harðar atfinningar eru í dag móti teim londum, sum ótalmaði veiða villan laks og eiga vit at hugsa okkum sera væl um, áðrenn vit fara undir hesa veiðu aftur.
Tey 10 kg av fyrsta alda laksinum, sum vóru send úr Kaldbak á altjóða marknaðin, hava í dag ment seg til ein føroyskan útflutning, sum skjótt kemur uppá 50.000 tons og nærkast l Mia Kr í útflutningsvirði.
Tað er ein sannroynd, at alingin er í dag ein sera týdningarmikil og kærkomin faktorur í Føroyska búskapinum og hevur hon stóran týdning í hesum døgum, har tosað verður um ein sjálvberandi búskap. Tó er vandi í hvørjari vælferð og er alingin heldur ikki lýtaleys.
Alingin dálkar í størri og minni mun. Kanningar fara fram í løtuni, sum fara at staðfesta, hvussu stór henda dálking er í veruleikanum. Tað verður ofta ført fram, at við at ala uttanfyri firðirnar ger henda dálking ikki so nógv. Hetta er skeivur hugburður. Havið er eittans, og dálkingin hvørvur ikki til havs. Mørk eru fyri, hvussu nógv vit ósnikkað kunnu lata fara út í havið. Tað er at harmast um, at Heilsufrøðisliga Starvsstovan hevur so lítið av peningi á figgjarlógini, at eftirlitið er langt frá nøktandi. Tað er ósømuligt, at umhvørvið er so niðurprioriterað. Umhvørvið sum er ogn alra Føroyinga.
Tað er at fegnast um, at tey seinastu árini hava roynst væl fíggjarliga hjá alvinnuni.Tá ein í rokniskapunum sær tann vinning, sum alararnir hava, er ikki órímuligt at halda, at eini 2 % av útflutningsvirðinum áttu at verði løgd í ein í grunn sum td., kannaði árinið á náttúruna, bøtti um skaðilig árin og menti søluarbeiðið. Ein slíkur grunnur hevði skjótt havt eitt munandi stovnsfæ. Heldur ikki er órímuligt, at alingin varð áløgd ein sokallaðan ?grønan? skatt fyri leigu av umhvørvinum. Ein Grønur Rokniskapur eigur at verða eitt ófrávikiligt lógarkrav. Ein so vælkonsoliderað vinna sum alivinnan hevur ráð og skyldu til at vísa samfelagssinni.
Tað er sera harmiligt, at vit í ár hava fingið hervuligu laksasjúkuna inn á okkum. Hetta átti alivinnan at hava verið nógv betur fyrireikað uppá og ma., havt munandi neyvari eftirlit við, hvussu laksur verður tikin og førdur bygdanna millum og gjørt meira fyri at vart seg fyri møguligum smittuvanda frá vandaøkjum í grannalondunum. Eisini átti alivinnan fyri langari tíð síðan sett á stovn og sjálv fíggjað sína egnu djóralæknatænastu og kanningarstovu. Hetta er líka so nógv ein uppgáva hjá alingini sum hjá okkara myndugleikum.
Tað er nógvir fremmandur kapitalur í føroysku alivinnuni. Umhvørviskrøvini í td. Danmark og Noregi eru munandi strangari enn í Føroyum og vóni eg ikki, at tað er okkara manglandi umhvørviseftirlit, sum virkar dragandi á henda kapital.
Laksur var áður exclusivur matur. Tú fekk tær laks, tá tað skuldi vera ?fínt?, sum tikið verður til. Og hví, jú laksurin smakkaði væl, hann var í serklassa, ein uppliving, sum ikki var hvøndagskostur.
Tað er synd at siga, at vit gera nakað í dag á hesum bógvi. Aldi laksurin er tíanverri komin á sama støði sum hópframleiddir høsnarungar. Ein vøra, sum lítið og onki kostar, men sum tú heldur ikki setur nøkur krøv til, hvørki gastronomiskt ella hvat viðvíkur føðsluinnihaldi. Hetta er harmuligt og sum nakað má gerast við.
Vit hoyra ongantíð, at føroyskur laksur fær rós frá altjóða kokkum ella luttekur í matvørukappingum sum td., øll okkara grannalond gera. Sama skilið er yvirhøvur við øðrum fiskaútflutningi okkara. Tað sýnist ikki sum, at vit hugsa um okkum sum ein matvøruframleiðara, men heldur sum ein hópframleiðara.
Einaferð var hugtakið FAROESE FISH altjóða kent.
Soleiðis er tað tíanverri ikki í dag. Okkara marknaðarføring er ov tilvildarlig og ov lítið samansjóðað og verður alt ov lítil orka og peningur nýttur til hetta týdningarmikla arbeiði. Eg vil tó rósa Menningarstovuni og Kjartan Kristiansen fyri tað stóra og slóðbrótandi arbeiði tey leggja úr hondum við at fyriskipa føroyska luttøku á altjóða fiskivinnuframsýningum.
Bert spell, at í dag kann hvør Hanus og Janus útflyta fisk sum honum lystir. Allir flatfiskurin fer óviðgjørdur av landinum og nógvur annar fiskur við honum. Slíkt kann ein bananrepublik loyva sær men ikki framkomna landið Føroyar. Tað er óhoyrt at útflyta óvirkaða rávøru.
Tað eigur at verða forboð fyri at útflyta óviðgjørdan fisk. Tað átti ikki at verið meira enn einir 15 lógarheimiðlaðir, góðkendir fiskaútflytarar. Hetta er ikki at monopolisera eina vinnu, men heldur at stramma upp og tryggja, at optimalt fæst fyri okkara fiskavørur, krúnjúvelar og arvasilvur Føroya! Vit hava góðkendar granskoðarar, var tað so heilt óhugsandi at krevja góðkendar fiskaseljarar?
Við skili ber til at verja náttúruna og samstundis hava eina burðadygga ali- og fiskivinnu stýrda av fíggjarligum parametrum. Ein ódálkað náttúra er munagott og kanska besta søluargument vit hava.
Fiskivinnan saman við Vinnumálastýrinum eiga at seta á stovn eitt Gastronomiskt Institutt at nøra og menna føroyskar fiskaúrdráttir burturi sum heima. Vit hava góðar rávørur, og tað ber til at gera nógv meira burtur úr teimum. Hugaligt verður at síggja, hvussu LIDO SEAFOOD í Skálavík fer at klára seg. Eisini áhugaverdar eru ætlaninar hjá SANDOY SEAFOOD og LÝSIVIRKINUM í Lorvík um at gera meira burturúr slógvinum. Hesi virki nevna, at vit í dag bert gagnnýta umleið 33 % av okkara fiski !
Tað er tankavekjandi, at fiskivinnutjóðin og ferðamannalandið Føroyar ikki hevur eina einastu fiskamatstovu.
Eitt føroyskt skip var á royndarveiðu eftir villum laksi fyrr í ár. Eg var so heppin at fáa onkran av hesum laksum. Tað var nærmast ein opinbáring aftur at síggja ein villan laks við litspælinum í roðsluni, við fjaðrunum og stertinum óskalaðum, tí ljósareyða fiskinum og, mest av øllum, tann ótrúgligi vælsmakkurin av hesum villa laksinum, Kongur Fiskanna. Føroyskur fiskur hevur ein vælsmakk, sum tú sjáldan fær aðrastaðni. Hetta er tann upplivingin sum bæði ferðamaðurin og tann kræsni forbrúkarin á meginlandinum vil hava og fegin vil gjalda fyri. Nevnast kann, at hesin villi laksur varð seldur fyri uml., Kr 80,- per kg í meðal, meðan aldur laksur um somu tíð fór fyri einar Kr 28,-.
Marknaðurin fyri vistfrøðiligar ?grønar? vørur er í risastórum vøkstri og eru tað marknaðir, sum uttan at blunka gjalda sera góðar prísir fyri hesar vørur.
Tað eru stórir møgulleikar hjá føroyskari fiskivinnu við at nýta okkara náttúru og villini høv í marknðarføringini. Tess vegna er tað so týdningarmikið at bæði alivinnan, vinnur á landi og hvør einstakur av okkum ger sítt til at minka um dálking og at kenna ábyrgd fyri hesum vælsignaða landi.
Men tó freistast ein onkuntíð at hava syndigar tankar um hvussu okkara ungfólk skulu tíma at arbeiða við fiski og marknaðarføring av nýggjum framleiðslum, tá tey kunnu lata KAUPTHING arbeiða fyri seg og ómakaleyst gera tey til millióningar uppá eitt vikuskifti, eg meini tað !