Festivalsummarið
Hyggur tú á heimasíðuna hjá bólkinum The Rasmus, sært tú, at konsertferðin í ár vitjar fjar støð sum Osaka, Centurion, Tokyo, Durban, Cape Town, Buenos Aires, Santiago de Chile og Kiruna. Men nú er Klaksvík eisini komin á hendan listan. Hetta er alt partur av konsertferðini hjá The Rasmus, ið higartil hevur talt 52 konsertir seinastu fimm mánaðarnar. The Rasmus hevur vitjað øll størri lond í Evropa, síðan fløgan Hide From The Sun kom út. Millum annað fylti The Rasmus heimskenda spælistaðið The London Astoria tvey kvøld á rað. Hetta er konserthøllin har GBOB finalan varð hildin í desember.
1,5 milliónir eintøk
Fimta fløgan hjá The Rasmus, Dead Letters og kanska serliga stakfløgan In The Shadows fluttu finska bólkin, frá at vera ein tann best dámda bólkin í Finlandi til at vera heimsstjørnir. Ikki færri enn 1,5 milliónir eintøk vórðu seld av fløguni, og lagið In The Shadows lá ovast á nógvum hittlistum kring allan heim, m.a. á 15 teimum bestu í longri tíð. Frá 2003 tá fløgan kom út til heimsumfatandi konsertferðin var av í seinnu helvt av 2004, riðu The Rasmus á eini aldu av success. Við heiðurslønum og útseldum konsertum allastaðni. Teir fingu platin og gullfløgur fyri søluna í m.ø. londum sum Bretlandi, Týsklandi, Mexico, Italia, Sveits, Finnlandi og Svørríki.
Men í januar fór bólkurin aftur í upptøkuhølið og spældi inn fløguna Hide From The Sun, ið tekur tráin upp, har Dead Letters slepti. Her er talan um kompromisleys rokkstykkir blandaði við supermelidiøs niðurløg. Hetta er tónleikur, ið rakar øgiliga breitt, og sum ljóðar av serliga The Rasmus ljóðinum.
Fegnir fyrireikarar
Steintór Rasmussen talsmaður fyri Summar Festivalin sigur við Sosialin, at fyrireikararnir eru sera glaðir um, at hava fingið eitt so stórt og spennandi navn, at spæla fríggjakvøldið. The Rasmus stóð høgt á ynskilistanum hjá teimum. Steintór greiðir frá, at herfyri spurdi Summar Festivalurin rættiliga nógv ung í Klaksvík, hvørjar bólkar tey kundu hugsa sær at sæð á festivalinum. Summi nøvn vóru heilt ósannlík, tí tey vóru alt ov dýr. Men The Rasmus var eitt navn, ið var á nógvum listum, og sum var úr Norðanlondum, tí varð ein roynd gjørd. Steintór sigur, at tey fingu beinanvegin eina kenslu av, at The Rasmus øgiliga fegin vildi til Føroyar at spæla. Men samstundis er hetta ein nógv upptikin bólkur, tí skuldi ymiskt passa saman fyri, at tað kundi eydnast. Men nú er sáttmálin komin í hús, og hetta eru tey sera glað um.
Upplivingin dregur
Vit spurdu Steintór, hví ein bólkur, ið ferðast kring allan heimin, og sum í løtuni spælir á so stórum tónleikamarknaðum sum tí í fjareystri, velur at spæla í Føroyum, har fløgusølan ikki er nóg stór til at vera av týdningi. Steintór sigur, at hann heldur, at her eru fleiri ymiskir faktorar, ið spæla inn. Tað, at bólkurin er úr Finnlandi, er rættiliga avgerandi. Hetta ger, at teir kenna til Føroyar og er ivaleyst við til at gera hugin til at vitja betur. Fyri bólkar, sum The Rasmus, ið ikki hava serligar fíggjarligar trupulleikar, snýr hetta við konsertferðum seg bæði um marknaðarføring, fløgusølu, men eisini um upplivingar. Konsertin á Summar Festivalinum er ein uppliving, ið The Rasmus høvdu hug at uppliva. Teir koma dagin fyri konsertina og sleppa tí at uppliva eitt sindur av Føroyum, áðrenn teir skulu spæla, sigur Steintór.
Góðar referensir hjálpa
Hann sigur, at tað somuleiðis hevur hjálpt, at Festivalurin kann vísa á, at stór nøvn hava spælt har áður. Hetta at hava góðar referansir, er nakað, sum hjálpir øgiliga væl í samráðingunum við bólkar. Steintór vísir eisini á, at talan er um størsta pallin á einum festivali, og tøkniliga kann Summar Festivalurin bjóða sera høga góðsku. Hetta hevur nógvan týdning fyri bólkarnar, og letur nógvar dyr upp.
Royndur bólkur
Hóast The Rasmus uttan fyri Finland verður sæddur, sum ein rættiliga nýggjur bólkur, eru 10 ár liðin síðan The Rasmus gav fyrstu fløguna Peep út. Limirnir í bólkinum hava verið vinir síðan skúlatíðina, og hava spælt saman í ymiskum bólkum, áðrenn teir tóku sær navnið Rasmus. Undir hesum navnið góvu teir umframt Peep út fløgunar Playboys í 1997 og Hell Of A Tester í 1998. Hesar fløgur vórðu einans givnar út í Finnlandi, men gjørdu nógv um seg, so nógv, at bólkurin metti seg hava gjørt alt, ið hann kundi í Finnlandi og skrivaði tí altjóða sáttmála við svenska útgávufelagið Playground Music, áðrenn útgávuna av fløguni Into í 2001. Fløgan varð útgivin í fleiri londum og konsertferðin tók bólkin til skandinavisku londini og Týskland.
Tað verður sostatt ein royndur bólkur, ið skal seta lív í Vágsbø í august. Við hesum navnið hevur tað eydnast Summar Festivalinum, at hava eitt stórt aktuelt navn aftur í ár. Í fjør vóru Ana Johnson og Bryan McFadden nýggju høvuðsnøvnini á Føroya best vitjaða festivali, og tað boðar frá góðum, at fyrstu nøvnini, ið verður avdúka eru so stór, og samstundis at eitt so aktuelt navn sum The Rasmus kemur. Summarfestivalurin heldur við hesum støðið, ið festivalurin sjálvur hevur sett í fjør.
Men Steintór sigur, at The Rasmus og Shu-bi-dua ikki eru seinastu stóru nøvnini, ið verða á Summar Festivalinum í ár. Skráin er komin væl áleiðis, og okkurt sera stórt er eftir, sigur Steintór, ið ikki væntar, at nøvnini í ár verða minni enn tey í fjør. So vit kunnu byrja at gleða okkum til august.