The Rasmus í Vega

Finnararnir The Rasmus fara 26. januar á pallin í Keypmannahavn, har teir m.a. fara at spæla løg av nýggju fløgu teirra ?Black Roses?.

The Rasmus fingu altjóða gjøgnumbrot teirra í 2003 við stórhittinum ?In the Shadows?, sum lá ovast á hittlistum kring Evropa í fleiri vikur.

 

Eftir at bólkurin í 2005 gav út 6. fløgu teirra ?Hide From the Sun? í 2005, hava fjepparir bíða spentir eftir at hoyra nýtt frá bólkinum. Í september var bólkurin at enda klárur við 7. fløgu teirra ?Black Roses?, har stóri framleiðarin Desmod Child (Alice Cooper og Kiss) hevur verið við í studio.

 

Forsølan til konsertina byrjar á billetlugen.dk í dag.