Thomas Juul er nýggjur spælaraumboðsmaður í Føroyum

Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen hevur lagt nevndarsessin í HB frá sær, nú hann fær nýggjan leiklut

Mynd: Thomas Juul S. Thomsen og Anders Hansen

Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen er nýggjur spælaraumboðsmaður í Føroyum. Hann skal arbeiða fyri danska umboðsmannin Anders Hansen og Next Sports Management (NSM), boðar umboðsfelagið frá á Facebook.

 

Thomas Juul S. Thomsen hevur seinnu árini verið partur av nevndini hjá HB, men tann sessin leggur hann frá sær, tí tað er krav at umboðsmenn úr óheftir av fótbóltsfelagi. Undan tí hevur hann eisini verið partur av nevndini hjá AB.

 

Nýggi umboðsmaðurin sigur í samrøðu við bolt.fo, at talan bæði er um at finna útlendskar spælara til føroysk feløg, og vinna útlendsk feløg til føroyska spælarar, sum ynskja at royna eydnuna uttanlands.

 

Mynd: Thomas Juul S. Thomsen og Anders Hansen