Fótbóltsmennarin, Thomas Thinggaard, hevur eins og fyrrverandi landsliðsvenjarin, Jógvan Martin Olsen, og venjarin hjá NSÍ, Anders Gerber, givið sítt íkast til greinarøðina í ÍtróttarSosialinum um spælaramenning í Føroyum.
- Um Føroyar skal taka næsta stigið, so eru føroysku spælararnir ikki nóg góðir á bóltinum undir trýsti. Avleveringar, vendingar, fyrsta nerting og mótið til at tora at halda upp á bóltin eru ikki góð nokk. Vit skulu fyrst og fremst tryggja, at spælararnir frá heilt ungum árum fáa vant tað grundleggjandi í fótbólti. Teir mugu duga at gera tingini tekniskt rætt, fyri seinni kunna gera tað undir trýsti, sigur U17 landsliðsvenjarin Thomas Thinggaard.
Brot úr greinarøð í Sosialinum mánadagin 12. juni 2017
Hann hevur arbeitt í føroyskum fótbólti í eitt hálvt ár, og heldur at vit gera nógv rætt, men at vit kunnu blíva nógv betri. Hann heldur, at tað er týdningarmikið at hugsa um einstaka spælaran. Somuleiðis heldur hann, at tað er týdningarmikið, at gera góðu venjararnar betri.
- Vit koma langt upp á stríðsandan og samanhald. Tað er fantastiskt, og vit skulu ikki gloyma at viðurkenna tað. Tað er ikki givið, at um tú sendur eitt lið á vøllin í Danmark, so stríðast teir líka nógv sum eitt føroyskt landslið. Nú skulu vit bara umseta tað til gott spæl eisini, sigur Thomas Thinggaard.
Til kjakið um at vinna í ungdómsfótbólti sigur hann, at tað snýr seg um menna spælara, men eisini at vinna.
- Tað merkir ikki, at úrslitið í komandi dysti ikki er týdningarmikið, men at tað ikki er tað týdningarmesta. Fólk skilja tað soleiðis, at tað ikki er týdningarmikið at vinna. Soleiðis skal tað ikki skiljast, men heldur at tú hevur menningina hja spælaranum fremst í huga. Tað er eisini ein máti at vinna uppá – í longdini, sigur Thomas Thinggaard.
Í grein í ÍtróttarSosialinum frá mánadegnum 12. juni hevur Thomas Thinggaard víst á fimm avbjóðar í menningini av føroyska spælaranum.
Tær fimm avbjóðingarnar:
1. Gera góðu venjararnar betri
2. Mugu blíva betri á bóltinum í altjóða kapping
3. Hugsa meiri um einkulta spælaran
4. Fjælbroyttari mørk millum árgangirnar
5. Fótbóltssambandið skal taka sær størri leiklut
Les eisini: (Jógvan Martin Olsen) Ein fjórðing til ungdómsdeildina
Les eisini: (Anders Gerber) Hugsi í elitufótbólti