Thor Alpha hevur verið víða um heimin, síðani skipið fór úr føroyskari havn, 2. november í 2008.
- Ja, vit hava verið rættuliga víða, sigur Eyðfinn Jacobsen, skipari, tá vit hitta hann umborð á Thor Alpha.
Eyðfinnur Jacobsen er sjálvur annar føroyingur umborð, saman við maskinsjefinum, Jónsvein Joensen. Afturat teimum eru tríggir av Filipinunum og tríggir úr Bulgaria við Thor Alpha.
Síðstu árini hevur skipið arbeitt í Meksikanska Flógvanum, í Norðsjógvinum, í Surinam í Suðuramerika, í Svartahavinum, umframt at skipið hevur arbeitt, bæði í Eystur- og Vesturafrika.
Føroyingarnir eru vanliga umborð í fimm-seks vikur hvørjaferð, og hava síðani sama dagatal í landi. Filipinarnir og bulgararnir eru væl longir umborð, upp í hálvt ár í senn. Men so hava teir eisini frí í tríggjar mánaðir aftaná.
Thor Alpha arbeiðir nú í Norðsjógvinum, fyri seismikkfelagið PGS. Ørindini á Fuglafirði eru at bunkra tungolju, ið skipið síðani letur seismikkskipum. Thor Alpha lastar 900 kubikk av tungolju. Av øðrum uppgávum er at hava vaktarhaldið, tá seismikkur verður skotin. Eftir ætlan verður skipið í Norðsjónum til einaferð í oktober. Síðani er óvist, hvat tá hendir.
- Ja, tað er bæði upp á tal, at vit fara aftur í Meksikanska Flógvan ella kanska aftur til Afrika. Tað vita vit ikki við vissu enn, sigur Eyðfinnur Jacobsen.
Hann hevur verið í reiðarínum hjá Thor í 15 ár, og hevur verið við Thor Alpha, síðani skipið varð doypt og fór í vinnu, 23. februar 2008.
- Hetta er eitt deiligt skip. Vit eru stoltir av tí, og trívast allir væl umborð, sigur fryntligi skiparin av Skála.
Hann eigur frítúr nú, og tí passar tað sera væl, at skipið loksins legði leiðina til Føroya, fyri fyrstu ferð í meira enn hálvt fimta ár.
Sí eisini myndarøð frá Thor Alpha her: