Thor Goliat var hin lítli

Ídnaðartrolarin Norðbúgvin liggur ikki longur í Vestmanna. Skipið er selt sum gamalt jarn. Tað var lítli sleipibáturin Thor Goliat, sum sleipaði trolaran niður til Esbjerg

Gamalt jarn

 

Herfyri fór sleipibáturin hjá Thor í Hósvík, Thor Goliat, til Danmarkar við føroyska ídnaðartrolaranum, Norðbúgvanum.

Føroyska felagið, sum átti skipið, var eitt felag hjá Bjarta Mohr, Sp/f 23.03 2006.

Norðbúgvin hevur leingi ligið í Vestmanna, og seinastu tíðina hevur Fiskaríbankin átt skipið.

Tað er eitt felag í Esbjerg, sum hevur keypt Norðbúgvan til upphøggingar, og tað er hetta felag, sum Thor Goliat hevur loyst sleipiuppgávuna fyri.

Sum skilst, verður Norðbúgvin høgdur upp í Esbjerg og verður síðan seldur sum gamalt jarn.

 

Alt gekk væl

Hóast skipið er 55 metrar langt og stívliga 10 metrar breitt, var einki til hindurs hjá Thor Goliat, sum bert er slakar 25 metrar langur, at sleipa Norðbúgvan til Danmarkar.

Gunnbjørn Joensen hjá Thor sigur, at uppgávan gekk væl og at sleipibáturin, sum fór úr Vestmanna við Norðbúgvanum ein av seinastu døgunum í oktober, var í Esbjerg 5. november.

Fýra mans eru við Thor Goliat á eini slíkari ferð.