Thorning stendur fast við fíggjarpolitikkin

Fíggjarpolitikkurin hjá donsku stjórnini hevur bjargað fleiri túsund arbeiðsplássum.

Tað heldur Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, hóast Radikala Vinstra ikki tekur undir við sjónarmiðnum.

Marianne Jelved, sum er forkvinna í tingbólkinum hjá Radikala Vinstra, helt fyri í viðtalu við Information í síðstu viku, at “kick-startarin hevur enn ikki borið ávøkst”. Tað segði hon, tá tað kom fram, at talið av arbeiðsleysum í Danmark varð voksið við 1500 fólkum frá mai til juni.

Vit kunnu ikki kjakast um úrslitini av fíggjarpolitikkinum, har stjórnin hevur brúkt milliardir av krónum fyri at halda hondina yvir arbeiðarafjøldini, heldur forsætisráðharrin.

- Úrslitið verður so gott, at vit skapa 11.000 nýggj arbeiðspláss í ár, og 22.000 nýggj arbeiðspláss næsta ár, sigur Helle Thorning-Schmidt við Politiken.

Marianne Jelved sigur, at hon fer at kanna hetta nærri eftir summarsteðgin. Fleiri búskaparfrøðingar hava fyrr víst á, at fíggjarpolitikkurin hjá donsku stjórnini fer ikki at broyta samfelagsbúskapin stórvegis.

Thorning stendur kortini fast við sítt.

- Tað snýr seg ikki bara um ‘kick-startarin’, men eisini orkuavtaluna, skattaumleggingina og samferðsluavtaluna, sum á sín hátt seta ferð á samfelagsbúskapin. Tað eru ikki nógv onnur lond í Evropa, sum hava framt so nógvar broytingar sum vit, samstundis sum tey røkja sínar fíggjarskyldur. Tað er eingin ivi um, at vit stimbra undir arbeiðarafjøldina, sigur Helle Thorning-Schmidt við Politiken.