Tí taka bæði Jørgen og Marjus feil

Stjórin á Landsverk rættar Marjus Dam og Jørgen Niclasen

##med2##

 

Herfyri ætlaði samgongan at avtaka bummgjøldini í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum, og lata Landsverk yvirtaka tunlarnar, og sostatt eisini útreiðslurnar av at halda teir viðlíka. Í hesum sambandi førdi Landsverk fram, at hesi næstu tíggju árini fer tað, í miðal, at kosta einar 30 milliónir um árið at halda Norðoyatunnilin og Vágatunnilin viðlíka.

 

Men tað elvdi til misnøgd summastaðni, at Landsverk kom við eini slíkari fráboðan. Jørgen Niclasen, fyrrverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum vístu tølunum frá sær og Marjus Dam, fyrrverandi løgtingsmaður, kallaði tað Fake News. Báðir vístu á, at tað roknskapirnir hjá tunnilsfelagnum vísa, at tað kostar minni enn milliónir um árið at halda báðar tunlarnar og ikki 30 milliónir, sum Landsverk vísir á.

 

Men í tíðindunum á FM1 í dag greiddi Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, frá, hví Jørgen Niclasen og Marjus Dam, mistaka seg, tí hann sigur, at tølini frá Landsverki eru røtt.  Hann hevur sjálvur arbeitt við tunlum í eini 20 ár, so hann veit, hvørjar útreiðslur eru í sambandi við tað, so hann er púra vísur í, at tølini hjá Landsverki eru tey røttu.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Sigurd L. Lamhauge greiða frá, hví hansara tøl eru røtt og hví tølini hjá Jørgeni Niclasen og Marjus Dam, eru skeiv.