Tíðin er farin frá Filmseftirlitinum, sigur ein teknikari, sum fæst nógv við kaðalsjónvarp, í viðmerking til greinina um pornofilmarnar á kaðalsjónvarpi, sum stóð í Sosialinum í seinastu viku.
So leingi, tilfarið, sum víðari verður borið, bert fer til limirnar í felagnum, er eingin avmarking fyri, hvat sendast kann.
Men um so er, at fólk hava eitthvørt í móti ávísum sendingum, ber væl til at tryggja seg móti hesum, sigur kelda okkara.
Tað er bara at seta filtur á, so er tann rásin burtur. Og tað kostar ikki tað øgiliga heldur, sigur kelda okkara.
Eisini er teknikkurin so framkomin, at nýggjastu sjónvarpstólini kunnu seta stopparar fyri ávísum rásum. Tað krevst ein koda fyri at sleppa at rásini.
So um fólk hava slíkt sjónvarpstól og ikki vilja lata børnini síggja hvat sum helst, er bara at seta kodu á, sum børnini ikki kenna.
Eitt lás, sum fæst fyri rímuligan kostnað, hevði loyst trupuleikarnar, hjá teimum, sum ikki vilja síggja alt, sent verður.
Kelda okkara metir, at ein trupuleiki hjá okkum er, at vit liggja ein tíma aftan fyri miðeuropeiska tíð, og tí verða slíkir »ónærisligir« filmar sendir í fyrra lagi á kvøldi okkara tíð.
Annars heldur hendan kelda okkara, at samsvar er ikki millum teori og praksis hjá Filmseftirlitinum.
Kannað verður væl eftir, um nakað »fúlt« er at síggja á einum filmi. Er tað so, verður skorið ella forboðið beinanvegin.
Men at fólk rekja garnarnar úr hvørjum øðrum ella mosa hvønnannan til hakkikjøt við maskinbyrsukúlum, tykist ikki gera so nógv. Fyri ikki at tala um alla ta svøku bilkoyringina, sum kanska eisini ávirkar. Hvør veit?
Og samstundis, sum Filmseftirlitið bannar videohandlum at leiga slíkar filmar, kunnu somu handlar selja parabolkort til allar hesar støðirnar, sum vísa »ónærisligar« filmar.
Her hongur ikki saman, vísir kelda okkara á og heldur, at pengarnir til Filmseftirlitið eru burturspiltir.