Albania hevði seint seinnapartin tíðindafund á Tórsvølli undan EM-undankappingardystinum móti Føroyum, sum verður á Tórsvølli í annaðkvøld. Venjari hjá Albania er fyrrverandi vinstri bakkurin hjá Arsenal, FC Barcelona og Manchester City, Sylvinho.
- Vit vænta ein harðan dyst. Tit hava stórar og sterkar spælarar og tit kunnu spæla 4-4-2, 4-5-1 og 5-4-1. Tí vita vit ikki hvat vit skulu vænta, men tað kemur ikki at broyta upp á okkara spæl. Vit skulu vera til reiðar og vísa tað á vøllinum. Vit skulu vera hundrað prosent, um vit vilja vinna, segði Sylvinho.
Hann hevur sæð fleiri av dystunum hjá Føroyum og vísur eisini á, at tað er sami venjari, ið hevur verið í nøkur ár. Hann vil ikki brúka graslíki sum eina umbering, tí sjálvt í Brasil eru nøkur feløg farin at spæla á graslíki.
- Tað skal ikki verða ein umbering. Eg havi sæð vøllin og hetta er ein góður vøllur. Tað ber væl til at spæla góðan fótbólt her og vit skulu tilvenja okkum skjótt. Eg havi akkurát verið í Brasil og sjálvt har verður spælt á graslíki, sigur fryntligi Sylvinho.
Hann spældi í tíggju mánaðir við Manchester City, meðan Gunnar Nielsen var partur av hópinum. Hetta minnist venjarin væl.
- Eg var bara í eina stutta tíð í Manchester City, tá yrkisleiðin hjá mær nærkaðist endanum. Eg minnist væl Gunnar, sjálvt um vit bara spældu saman eitt stutt tíðarskeið. Hann var ein góður persónur at hava í hópinum, og hann hevði eina orkuríka útstráling, sigur Sylvinho.
Sylvinho hevur seinnu árini verið í sambandi við Gunnar Nielsen. Brasilski vinstri bakkurin hevur arbeitt fyri suðuramerikanskar miðlar og hevur millum annað dekkað føroyskar landsdystir.
- Ja, eg hoyrdi frá honum í samband við eina samrøðu eg gjørdi við ESPN Brasil. Tað var nú bara stuttligt og skeg at minnast afturá ta tíðina. Eisini ein sera blíður og hjálpsamur liðfelagi, segði Gunnar Nielsen um høvðusvenjaran hjá Albania við In.fo fyrr í dag.