Tiger bað um umbering

- Eg var ótrúgvir móti konu míni. Eg hevði fleiri síðuspring. Tað, sum eg gjørdi, kann ikki góðtakast.

- Eg vil siga umskylda. Umskylda til konu mína. Til børnini hjá mær. Til foreldur míni. Til vinir mínar og til familjuna hjá konu míni. Og umskylda til øll tey ungu, sum hava meg sum fyrimynd.

Tað vóru millum orðini, sum Tiger Woods í dag hevði at siga, tá hann í 20 minuttir helt tíðindafund fyri amerikonsku pressuni í dag. Tíðindafundur er kanska dekan ov nógv sagt, tí loyvt var ikki at seta spurningar.

Men tað var nú heldur ikki tað, sum fólk vóru komin fyri at hoyra. Tey vildu hoyra Tiger siga umskylda, og tað var eisini tað, sum tey fingu at hoyra.

Hartil segði Tiger Woods, at hann ætlar sær at venda aftur til golfítróttina. Og hann vildi ikki útiloka, at hetta fór at henda longu í 2010.