Tikið upp í Føroyum til DR-sendirøð

– Tað kann ljóða sum ein kliché. Men bæði Anne og eg eru stórforelskað í Føroyum, sigur Anders Agger, sum saman við Anne Hjernøe hevur gjørt upptøkur til nýggjar partar av populerari sendirøð hjá DR

 

Um mánaðarskiftið vitjaðu fólkakæru donsku sjónvarpsfólkini Anne Hjernøe og Anders Agger í Føroyum. Tey hava verið her fyri at taka upp til sendirøðina "Anne og Anders i Norden".

 

Talan er um eina sendirøð í seks pørtum, har tey bæði ferðast í Norðurlondum fyri at finna útav, um vit enn hanga saman. Tey hava eftir hondini gjørt fleiri sendingar, og hesar sendingar eru sum vera man blivnar sera populerar – bæði sum flow-tv og sum stroyming.

 

Og í ársins sesong hava tey so lagt leiðina framvið Føroyum. Eisini vitja tey í Svøríki, Noregi, Finnlandi, Grønlandi og Íslandi.

 

Sendirøðin fer í luftina í seinna partinum av sumrinum. Hon verður víst á DR1 sunnukvøld í bestu senditíð.

 

Les samrøðuna við Anders Agger í innlegginum Summar, sum er við í nýggjasta Sosialinum.