Jógvan E. Ósá
[email protected]
Nú tygum skjótt fara at fáa 16 ára gomul í løgtingið, mugu tygum hugsa um, at tingskipanin verður broytt, og tað má farast í gongd beinanvegin.
Eitt tað fyrsta ið, man gerast – og sum kann taka eitt sindur av tíð – er, at tingsalurin má gerast størri, tí tað verður brúk fyri fleiri sessum. Her hugsi eg um, at tey 16 ára gomlu mugu hava pápa, mammu ella verja við sær í løgtingið, tá ið tey skulu trýsta á knøttin. Og kunnu hesi ikki møta, so má barnaverndin møta í staðin.
Eisini mugu tygum minnast til at siga við løgtingslimir, at tað er ikki loyvi til at “klistra” tyggigummi upp undir borðini.
Vit sum dagliga fylgja við í løgtinginum í sjónvarpinum fara eisini at heita á tygum um at fáa eitt “kamera” uttan fyri løgtingsalin, so vit síggja, hvat í løgtingslimir gera, tá ið teir hava fríkorter.
Vit vilja fegin fylgja við, tá ið Hendrik Old og Kjartan Joensen fara at lakka paradís. Eisini vilja vit fegin síggja, tá ið tygum og Annfinn Kallsberg fara at hoppa um band. Her vil eg halda, at tygum eiga at syrgja fyri, at tað verður Jógvan við Keldu og Kári P. Højgard, ið vinda bandið, og ikki tey 16-ára gomlu, tí tey vinda so týtt.
Eisini vil eg halda, at tað verður hugnaligt at síggja, tá ið Lisbeth, Annita og Heidi fara at skifta um glansbíløt.
At halda skil á hesum, vita vit, at tygum eru sera væl egnaður. Nú koma tygara royndir at ansa eftir sílum og laksi – saman við Júst í Túni – til sín rætt. Hetta vita vit, ið hava lisið bókina um Júst í Túni.
Eitt afturat. Syrg fyri at vit framvegis hava tað skipan, at tey rætta hondina upp, tá ið tey biðja lova sær á WC.
Klaksvík hin 15. januar 2006.