Til HM í inniróðri í Boston

Eftir at hava vunnið DM í inniróðri farna vikuskifti, hevur Anny Maria Davidsen fingið boðið pláss á danska landsliðnum í inniróðri, sum skal luttaka í HM í Boston 20. februar

Tað kom púra óvart á 21 ára gomlu Anny Mariu Davidsen, tá danska róðrarsambandið í gjáramorgunin var í telefonini. Ørindini vóru at bjóða føroyska rógvaranum pláss á danska landsliðnum, sum fer til HM í inniróðri í Boston, USA.
- Teir høvdu sent mær ein teldupost, men hann hevði eg ikki sæð. Mín fyrsti tanki tá teir ringdu, var nei takk. Tað var so hart at vera við til DM, at eg orkaði ikki beint tá at hugsa um HM. Men nú havi eg skift meining, sigur Anny Maria Davidsen.
Sandavágsgentan hevur róð síðani hon var 13-14 ár, og hevur róð umborð á Ørnini, Frúnni og Riddaranum. Í ár skal hon rógva við Gongurólvi.
- Øll, sum rógva kapp, venja eisini á rógvimaskinunum, og tað havi eg eisini gjørt. Tá kappingarárið í fjør var komið at enda gjørdi eg av at halda venjingina viðlíka, so eg byrjaði av álvara aftur í november at venja á rógvimaskinunum, sigur Anny Maria Davidsen.
Og tað liggur væl fyri hjá henni at venja nú, tí hon er fyri stuttum byrja at arbeiða í Yndi Fitness.
- Eg venji so at siga hvønn dag, og mítt mál var at koma niður um sjey minuttir, og tað kláraði eg, sigur danmarksmeistarin.
Hon hevði ikki soleiðis sum mál at vera við til DM, men so nógv fólk eggjaðu henni til at fara við, so tað var endin.
- Eg tordi ikki reiðiliga at fara niður, men eg hevði verið inni á netinum og hugt at tíðunum til seinasta DM og visti tí, at um eg hevði ein góðan dag, kundi eg klára at gerast danmarksmeistari, sigur Anny Maria Davidsen.

Nummar 10 í heiminum
Nú tá møguleikin vísti seg at sleppa við til HM, hevur Anny verið inni á netinum og hugt at tíðunum til seinasta HM.
- Eg eri fyrsta kvinnan í Føroyum, sum eri komin niður um sjey minuttir, og við at sammeta við tíðirnar til HM, hevði eg ligið á umleið einum 10. Plássi, sigur Anny Maria Davidsen.
Hon dugir sjálvandi ikki at siga, um hendan plaseringin fer at halda, men avvísir tí ikki.
- Tað eru sjálvandi altíð nervar upp á til eina slíka kapping, men hinvegin er kappingin størri og eg verið tí meira pressað til eina HM-kapping. Tað kann so gera, at mín tíð verður enn betri, um eg havi ein góðan dag, sigur Anny Maria Davidsen.
Hon heldur, at hetta er ein stór avbjóðing, hon hevur fingið.
At fáa hendan møguleikan var als ikki í mínum tonkum, tá eg fór niður til Danmarkar. So hetta verður bæði ein stór avbjóðing og eitt stórt upplivilsi, sigur Anny Maria Davidsen.
Hon væntar tó ikki, at formurin verður so nógv betri enn hann er nú.
- Eg vænti, at eg fái eina venjingarskrá frá landsliðsvenjaranum, men eg rokni kortini ikki við, at eg fysiskt blívi nógv betri fyri upp á tvær vikur. Men eg kann kanska betra meg mentalt, og tað hevur eisini nógv at siga, sigur Anny Maria Davidsen.
Hon hevur fyrrapartin í dag boðað danska róðrarsambandinum frá, at hon tekur av tilboðnum.