Til mína kæru systir Oda Augusta Højgaard

Fødd 18. des. 1937 – deyð 18. aug. 2011

Góða Oda!
Tað er sera tungt fyri meg, at seta meg niður og skriva nøkur orð um teg, nú tú ikki er millum okkum meira.
Men tað uggar meg at vita, at tú nú er komin heim, sum tað stendur í orðinum: “Burtur úr likaminum, heima hjá Harranum”, sum tú í ung­dóminum setti títt álit á, og sum sermerkti teg heila títt lív.
Har er hvørki sjúka ella pína, sum tú var nógv plága av tey síðstu mongu árini. Tað er gott hjá okkum at vita, at tú nú hevur tað gott. Havi so ómetaliga nógv góð minnir um teg, tú var mær ein góð systur.
Minnist tá vit vóru ungar í Havn, tú var eitt sindur eldri, men ikki so tað gjørdi nakað. Vit vóru mangan saman um kvøldarnar, gingu kajtúr og hugnaðu okkum. Eg haldi at eg roknaði bara við at tú bleiv í Havn, alt var jú í Havn, men tá tú var liðug við Handilskúlan, fortaldi tú at tú hevði søkt skrivstovustarv hjá D.P. Højgaard á Toftum.
Eg bleiv púra paff, minnist tað so tíðiliga, óhoyrt, at fara til Toftir, tað var so langt vekk, og tá kundi man sjálv­andi ikki koyra, sum nú. Men tað vísti seg at verða rætta avgerðin tú tók, og tað bleiv eisini seinni lukkan fyri teg. Tú fekk starvið, og var har í fleiri ár, tær dámdi væl, fekk nógvar vinir, og tú treivst á Toftum.
Eg var mangt vikuskifti hjá tær, bæði tá tú búði hjá Jyje og seinni hjá Jonny og Gunnar. Ikki so langa tíð aftaná møtti tú tínum ‘dreyma­sjeiki’, tú fortaldi hvussu flottur hann var, og tú var so forelska, og so hevði hann motor­súkklu, kanska ikki so van­ligt tá sum nú, seinni kom bilurin.
Men tú datt ikki burtur­ímill­um, tú var vøkur, høg og væl­vaksin, við langum myrk­­um hári. Tað vardi ikki leingið, so blivu tit par, og í 1958 varð bjóðað til brúðleyp. Tit fluttu inn hjá Ingemi, sum búði saman við tykkum alt sítt lív, til hon doyði 91 ára gomul.
So komu børnini, f yrst Aksel 1959, Ingemar 1960, Árni 1963 og sum rosinan í pylsu­endanum kom ‘Systi’ (Odd­bjørg) í 1967.
Men nú fóru húsini at vera ov lítil, so Dávur bygdi út so hvørt, og tú málaði, tapetseraði og mangt annað, tú dugdi bara alt, var so røsk.
Tú var ein góð kona og ikki minst ein super mamma, tey elskaðu teg, vit sóu hvussu nógv tey vitjaðu og stukku inn á gólvið at heilsa uppá, og tað var báðar vegir. Tá tey so blivu vaksin og ommubørnini komu, tað sást tíðiliga, tey vóru títt eitt og alt.
Eitt sum sermerkti tykk­ara samanhald sum familja, var at hvørji jól blivu hildin hjá tykkum, hvar øll familjan var samla alt eg kann minn­ast, tað vísti tykkara kærleika til hvønn annan.
Tú náddi at fáa 10 ommu­børn og eitt langommubarn, tá tú fór.
Vit høvdu mangt saman, og bæði Torben og eg føldu okkum altíð vælkomin í tykk­ara heim, og tað vil eg eiisni takka Dáva fyri.
Tað er so nógv gott at minn­ast aftur á, og eg goymi øll tey góðu minnini í hjart­anum, og eri takksom fyri at hava haft eina so góða systir, og ongantíð var eitt øvugt orð okkara millum.
Minnist tá vit vóru á Skæl­skør Giktsanatorium, vit gingu túrar, hugnaðu okkum í íbúðini, gloymi ongantíð allar eiturkopparnar, vit báð­ar ræddust líka illa, so vit máttu biðja um hjálp.
Men tá var sjúkan longu byrjað, tú hevði tað ikki altíð líka gott, men tú gramdi teg ongantíð.
Men várið 1993 gloymi eg ongantíð, tá mín verð fór í sor, tá Torben bleiv sjúkur og doyði, tá var tað tú ið samlaði meg upp, tú var bara har fyri meg, bæði meðan hann var sjúkur og tá hann doyði.
Tað var ringasta tíð í mín­um lívi, og eri eg sera takk­som fyri tað tíðina tú var hjá mær, og á tín stillføra hátt, hjálpti og stuðlaði og var til staðar.
Túrurin vit fóru til Stord, at vitja familju, var eisini ógloymandi.
Góða Oda, eg sakni teg, og allar tær góðu løturnar vit fingu saman, kann eg minnast aftur á og gleðast um, um vit bara tosaðu sam­an, ella vit loystu krossorð í felag, vóru á Bingo, ella koyrdu runt í handlarnar í Runavík og keyptu stás, ella vit hjálptust at við at orðna B68-klæðir á Svangaskarði, vit komu væl útav tí altíð.
Tað at tú var trúgvandi, sermerkti alt títt lív, og á tín stillføra hátt, var tú ein fyrimynd fyri okkum øll.
Fyrst í 90’unum bleiv tú sjúk, og tað gekk bara nið­ureftir, tú var heima til 2008, men tá mátti tú á Røktarheimið í Runavík. Í 2011 orkaði tú ikki meir, tá tók Harrin teg heim.
At tú var nógv avhildin, sást á tí stóra skara sum fylgdu tær til títt seinasta hvíldarstað her á fold. Tíverri hevði eg ikki høvi at vera við, tí eg vegna forfall var stødd í DK.
Vit sakna teg, men vit syrgja ikki sum tey ið onga vón eiga.
Góði Dávur og tit øll!
Tit hava mist eina góða konu, mammu, vermammu, ommu og langommu. Harrin troysti og styrkja tykkum í tykkara stóru sorg.
Góða Oda!
Vit vildu ikki haft verið teg fyriuttan. Takk fyri alt.
Vit síggjast.
-----
Systir tín Jenny