Ditlev var føddur 26. janaur 1923 ? í Funningi. Lítil var hann, tá hann misti pápan, sum liggur jarðaður í Reykjavík.
Mamman gav ikki upp, men fór til Havnar ar arbeiða soleiðis, at hon kundi breyðføða seg og børnini bæði.
Ditlev for á læraraskúlan og fekk prógv í 1946. Fyrstu árini var hann lærari í Leirvík. Har fann hann sær ta vøkru ungu Margit, sum kom at fylgja honum alt lívið. Tey fóru bæði til Danmarkar á deyvaskúlan á Kastelvegnum. Har komu tey at hitta deyvar føroyingar, t.d. Oddvør úr Sandavági, Súsonnu hjá Trygva o.o.
Men so kemur ein áheitan til Ditlev, um at fara til Føroyar at kanna, um tað var tørvur á deyvaskúla. Hetta er eftir, at Annelena og Jákup í Gøtu høvdu sent 5 av teirra børnum, sum vóru deyv til Danmarkar.
Jú, endin verður, at skúli fyri hoyri- og talibrekað verður settur á stovn, í oktober 1962. Áðrenn Ditlev kom til Føroya vóru flest brekað ? deyv ? blind ? rørslubrekað og menningartarna ? send til Danmarkar, tí ongin skúli kundi hava tey.
Fyrstu tíðina vóru tey tveyeini ? tað var til stóra gleði og signing.
Undirritaða var so heppin at fáa arbeiði á hesum skúla. Eg nýti høvi til at takka teimum báðum fyri teirra ótroyttiliga arbeiði fyri at fáa tað besta burtur úr. Tað næstbesta kundi ikki brúkast: bara tað besta. Hetta var ein spennandi tíð, tí hetta var alt nýtt, og skuldi byggjast upp av nýggjum. Av tí, at tað tíbetur vóru so fá, so komu tey at ganga á sama stovni. Tað vísti teg seinri, at tað var ikki so galið ? tvørturímóti.
Øll sóu, at næmingarnir trivust og lærarnir trivust, so har skuldi nakað gott koma burtur úr. ? Ikki eru tey fá, sum støkka inn á gólvið enn. Eisini eitt annað var, her støðaðust lærararnir væl og leingi.
Alt vóru ikki reyðar rósur, nei, tí nú knappliga høvdu nøkur funnið útav, at tað var ikki gott fyri børn at fara heimaní frá. Eingin hevði gjørt vart við hetta tá børnini vóru send til Danmarkar. Vit líknaðu Ditlev við Jósva ? múrskeiðini í aðrar hondini og svørðinum í hinari.
Vit høvdu eitt sera gott samstarv og stóðu sum ein maður, tá ið »sjógvarnir brutu«.
Eitt, sum var sera gott, og tað var at Margit var ein so ómetaliga góður stuðul bæði í skúla og ikki minst heima.
Hesi seinastu árini var Ditlev illa sjúkur, og nú var Margit aftur bjargingin. Góða Margit eg virðismeti alt títt arbeiði sera høgt.
Ikki minst eftir, at Ditlev var so sjúkur. Og so her til seinast, at tað var so væl lagað, at tú vart hjá honum í hansara síðstu løtu ? at hann doyði í ørmum tínum. Tað var vælsignað. Tú vart eisini sera takksom fyri hjálp frá versoninum, sum gjørdi alt, ið gerast kundi.
Bert spell, at tað verkið, sum Ditlev bygdi upp frá grundini, skuldi verða niðurbortið so skammiliga. Tað er tíverri so, at tað sum eydnast væl og gongur væl ikki má fáa loyvi til tað í Føroyum.
Eg takki Gudi fyri, at eg fekk ta gleði at arbeiða saman við Ditlev. Hann lærdi okkum nógv. Hann var sera góður við næmingarnar og annars alt starvsfólkið.
Vit hava nógv góð minni.
Góða Margit! Harrin styrki teg og øll tíni.
Tann deyva Ingeborg Næstved yrkti sangin »Mens jeg lever« hon sigur í einum ørindi.
Så stakket er livet hernede,
og hvorfor forstår vi dog ej
af sol og af smil at sprede
eg væld på hverandres vej.
Signað verður minnið um Ditlev. Hvíl í friði.
?????????????????????????????????????????????????
Hanna Lisberg