Tú situr í Vesturkirkjuni. Fullsett. Fólkið sílar inn og flýtur spakuliga upp á pláss. Smædar heilsanir og varislig nikk, meðan andaktin sígur niður yvir fylgið. Onkur gongur til og frá og vísir teim seinastu ein sess.
Lítið er um okkum. Storkin andlitsbrá bera boð um hugans sára tvídrátt millum vón og vónbrot, um ílagdan tokka til lívið og hinvegin lívsins stríð og fáfongd.
Lívið, sum jú kann vera so várkent og vakurt, at tú tekur til tín orðini úr Skriftini: Sól statt still í Gibeon og tú, máni, í Ajalonsali! og skilur orð yrkjarans: gævi dagur aldri fór at halla!
Undir børu frammi í kóri stendur ung kvinna, einans 36 ára gomul. Næst børuni sita foreldur, systkin, tey nærmastu og ungi einkarsonur hennara.
Marianna hevði sínar dreymar, síni ynski og vónir. Vøkur og stillfør vaks hon upp í tryggum og fjøltáttaðum heimi millum tvær systrar og ein eldri beiggja. Borin undir belti á sólheitum víddum í eysturlondum, har foreldrini strevaðust teirra bestu ár. Hon bleiv tó borin í heim í Skanderborg, haðani mamman er ættað.
Útlongsil var henni í kjøtið borin. Var eitt ár í USA. Tó seinni studentsprógv í Hoydølum, arbeiddi eitt skifti á Hotel Borg og á sakførarakontóri í Havn, og ein dag finna vit hana á eksportteknikaraskúla í Jyllandi. Hon visti, hvat hon vildi og hevði sínar meiningar, um hon ikki altíð og stund bar tær fram.
Eftir lokið prógv arbeiddi hon hjá Fiskasøluni í Hirtshals og síðani hjá útflutningsfyritøkuni Polar Seafood í Ålborg.
Vællýdd og arbeiðssom. Hon fall væl til, og at arbeiðsplássið helt av henni og alsamt vónaði, at hon kom aftur fyri seg, tað kom týðuliga til sjóndar á tann hátt tey hjálptu og eftir førimuni lívgaðu um hana í viðgerðartíðini líka til tað seinasta ? ja, enntá aftaná eisini!
Í mars í fjør gjørdi lagnuvonda sjúkan vart við seg, og Marianna bleiv løgd undir skurð og fekk eftirviðgerð; men tað gevast tó tíanverri atsóknir, har bæði mannaráð og hjálp og verndargarður likamsins ikki klára at byggja borð fyri báru ? og nú hálvtannað ár aftaná andaðist hon í íbúðini í Nørre Sundby. Familjan var hjástødd. Eisini mamman, sum hevði verið um hana alla hesa trongu tíð, líka til seinasta vónin fór hjá teim og mongum við teimum.
Meðan orglið ljódliga spælir, kemur tú at hugsa um sálmin hjá Grundtvig:
At sige verden ret farvel,
i livets gry og livets kvæld
er lige svært at nemme ?
?
Og langtandi verður hildið fram:
Så kom i sidste nattevagt
i en af mine kæres dragt
og sæt dig ved min side,
og tal med mig, som ven med ven
om, hvor vi snart skal ses igen
og glemme al vor kvide!
Tí man ikki hitin av hondum, ið linna og várkunn kennast fjálgastur, tá ið tú stendur í lívinum og vónin kvinkar og viknar - -.
Sálmarnir í sangheftinum eru vælvaldir. Fyrst ein vakur morgunsangur, síðani ein eymur aftansongur. So: Tíðin rennur sum streymur í á, og: Gott tú fram við góðum treysti. Og tann seinasta reglan í seinasta sanginum endar við: »Tá eg tryggur sigi: Tín vilji ver!«.
Tú situr og bínir og bíðar, sum so ofta fyrr, og heldur teg vita, hvat nú fer at henda: nøkur vælmeint orð um lívsins álvara og fáfongd. Um takksemi fyri lívið, um vónir og vónbrot, og um komandi sælu.
Men tá hendir nakað annað, mitt í tøgnini: eitt fýrraddað kór brýtur, sum ein flóðalda úr erva, og skolar niður yvir fylgið. Eitt fjølstemt samfelt lag, so reint og vakurt, at tú ert um at verða tikin av fótum kensluliga. Sopranarnir, sum mugu teljast millum teir fremstu í landinum, bera tað háfagra áarførið við sær og gera, at bæði orð og lag ljóma klárt og floyma heilt inn í tær sáru loynigongdir hjartans og hugans:
»I østen stiger solen op,
den spreder guld på sky,
går over hav og bjergetop
går over land og by.
--
Den kommer fra den favre kyst
hvor paradiset lå ?
--
Den hilser os endnu så smukt
fra Edens morgenrød,
hvor træet stod med evig frugt,
hvor livet væld udflød.
--
et glimt fra Paradisets kyst
hvor livets abild gror.
--
Du soles sol fra Betlehem,
hav tak og lov og pris
for hvert et glimt fra lysets hjem
og fra dit Paradis!
Sangin hevði mamman ynskt sum eina seinastu heilsan til dóttrina, og fyri okkum, sum stóðu hini farnu fjarri, kendist løtan og lívssekundið bæði vónarfylt og ógloymandi, hóast allan trega og harm.
Tú situr eftir við kensluni av hesa løtu at tekkja tankadýpið í teimum lagnuløddu orðum úr Skriftini, frá teim gomlu profetunum í forum: »At sólin kann fara undir, meðan hádagur er ---! Og tó skal verða ljóst, tá ið móti kvøldi líður ---.
Eftir er bert at ynskja foreldrunum Kirstin og Heina, teim nærmastu við familju og so unga Heina, sum nú í mestan mun má fóta sær í broyttari tilveru, øll góð ynski í minninum um Mariannu.
Arnstein