Til S. P. í Grund um kringvarp v.m.

Í nógv ár hevur býráðið í Havn kravt at útstykkingar skuldu útgerast við kaðalskipanum.

Hesar skipanir kostaðu hvørjum húsarhaldi millum kr. 10.000 og kr. 15.000 bara í tilfari til káplar og forsterkarar. Afturat hesum kom so niðurgraving og parabolskipan og útbúnaður til Rás Tórshavn og SvF, soleiðis at kostnaðurin hvørt húski hevur goldið fyri hesar skipanir, sum bleiv tvingað inn á okkum frá kommununnar síðu, liggur uppá ikki minni enn 20.000 kanska heldur 25.000 kr.

Fleiri útstykkingar liggja so fyri ? t.d. Norðasta Horn og Inni á Gøtu, at sera ring líkindi er hjá hvørjum húsi sær at móttaka bæði Rás Tórshavn og SvF.

Tí varð eisini roynt at venda sær til býráðið um at fáa teir at gjalda part av hesum útreiðslum, men hetta varð avvíst.

Nú frætta vit so, at landsstýrið ætlar at leggja »nýtslugjald« á kaðalskipanir, soleiðis at tað gerst uppaftur tyngri at reka hesi feløg, sum frammanundan eru dýr at reka, tí tey krevja stórt viðlíkahald.

Tað vil siga, at vit, sum hava verið atvoldin til, at bæði land og kommuna hava spart nógvan eyka pening við ikki at seta send-arar upp til m.a. hesi øki, nú skulu áleggjast eykaskatt afturfyri.

Tá verða sjálvsagt kápulskipanir okkara sløktar og so noyðast bæði land og kommuna at seta sendarar upp, umframt at so verður hvørt húsið í Havn avtaglað við stórum antennum og parabolum.

Tað má eisini vera Sámal Peturi í Grund púra greitt, at endurgjald fer at koma frá antennufeløgunum.

Eg hevði ikki væntað, at SvF og Útvarpið ræddust so illa kapping uttanífrá, at teir máttu biðja landsstýrið tíggja til so skitin vápn sum at forða landsins borgarum at fáa objektivan tíðindaflutning, tí tá tað snýr seg um at »stjala« sendingar frá øðrum, liggur hvørki SvF ella ÚF á tí lætu síðuni.

Og nú roknar S.P. í Grund so við, at antennufeløgini skulu gjalda ta upphædd, sum hann gjøgnum fíggjarlógina hevur ætlað at latið SvF og ÚF. Meiri tjóðagóðs!

Nei, keine Hexerei, nur behendigheit.

Ella sum tá ÚF segði frá tíðindum úr Kina: fyrst skjóta teir tey sum mótmæla, síðani selja teir gøgnini til transplantatión í vesturheiminum, og síðani senda teir teim avvarðandi rokning fyri kúluna.

Í teim fríu (kommunistisku íroknað) londunum rundan um okkum, verður kommunikatiónsverkið stuðlað av tí almenna, men útbygt á privatum grundarlagi. Í Føroyum skal tað vera so dýrt sum møguligt og so vánaligt sum møguligt, og einastu, sum skulu stuðlast, eru teir tríggir stovnarnir SvF, ÚF og TFL, umframt at teir sleppa at reka handilsvinnu uttan at vera skattskyldugir.

Hví skulu vit í Føroyum gjalda 4 ferðir so nógv sum ein danskari ger, tá hann ringir inn til grannahúsini!

Hetta kunnu vit eisini gera við kápulskipan okkara, og hetta veit TFL, so tí skal avgjald leggjast á, so vit ikki hava ráð at fáa okkum slíka skipan.

Nú skilji eg knappliga kinesaran, sum var og vitjaði í Føroyum í summar, hvat hann meinti við, tá hann segði, at í Kina føldi hann seg sum ein fríur borgari í einum fríum landi.


Eigarafelagslimur

í Havn