Til Tokyo undan jólum

Lutakastið til HM endaspælið verður 9. desember

Hevði tað gingið eftir tí ætlanini, sum fyrst var á borðinum, so hevði føroyska fótbóltslandsliðið í hesum døgum fyrireikað seg til EM undankappingardyst niðri í Bosnia. Men tá fundurin millum luttakandi londini í EM undankappingarbólkinum varð hildin tíðliga í fjør telvaðu føroysku umboðini so mikið væl, at tað slapst undan at spæla landsdyst hesa ársins tíðina. Landsliðið var í staðin í Bosnia 19. august í fjør, og har taptu teir 1-0.

Sum kunnugt so er helmingurin av undankappingardystunum fingin frá hondini. Tað eru fimm dystir eftir í ár ? fýra á heimavølli og ein á útivølli (móti Kekkia í oktober).

Men longu nú eru fyrireikingarnar so smátt byrjaðar til næstu undankappingina. Talan verður um HM undankapping, sum skal spælast í 2000 og 2001. Málið við undankappingini verður HM endaspælið, sum verður í Japan og Suðurkorea á sumri í 2002.


Sjálvsøgd luttøka

Fyrstu árini eftir at Føroyar vóru farnar upp í altjóa fótbóltskappingar, varð møguleikin fleiri ferðir nevndur, um landsliðið skuldi halda fram ella ikki, men nú er einki sovorðið orðaskifti, og tað tykist sum framhaldandi luttøka er sjálvsøgd.

Hetta kemst fyrst og fremst av, at viðurskiftini í europeiska og seinni altjóða fótbóltsfelagsskapinum hava lagað seg soleiðis, at trygdin fyri ? í hvussu so er eftir føroyskum viðurskiftum ? stórum inntøkum er so mikið stór, at altjóða luttøkan fíggjarliga hvílir í sær sjálvari.


Spennandi spurngingar

Nú hevur altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, boðað frá, at lutakastið til næstu HM undankappingina verður í Tokyo hósdagin 9. desember í ár.

Umboð fyri FSF plaga altíð at vera hjástødd, tá lutur verður kastaður, og tað fara tey ivaleyst eisini at vera hesa ferð.

Í sambandi við lutakastið verður ein av spennandi spurningunum, um tað hesa ferð fer at eydnast at koma í bólk við einari av teimum europeisku fótbóltstjóðunum, sum hava við sær, at sjónvarpsinntøkurnar hjá FSF verða væl størri, enn tær hava verið t.d. í undankappingini, sum nú er hálvrunnin.

Ein annar áhugaverdur spurningur er, um tað fer at verða greitt, tá lutur verður kastaður, hvør verður venjari hjá fótbóltslandsliðnum í næstu undankappingini. Allan Simonsen er komin hálva leið í triðju undankappingini. Í miðal sita landsliðsvenjarar ikki serliga leingi við ábyrgd, og nú man Allan Simonsen skjótt fara at vera ein av teimum í Europa, sum hevur sitið longst. Um vit hyggja rundanum okkum, so kunnu vit staðfesta, at øll norðanlondini hava skift venjara í minsta lagið eina ferð, síðani Allan Simonsen í 1994 fyrstu ferð skrivaði sáttmála við FSF, og tá vit síggja burtur frá Skotlandi, so er sama skilið í flestu av hinum londunum.