Tilfeingis- miðdepil í Atlantshavi

-At Føroyar eru eitt útjaðaraøki er nakað, sum vit sjálvi gera av. Vit hava trúð og trúgva upp á Føroyar sum ein miðdepil, og at tað hevur týdning at gera henda depilin kendan hjá keyparum og grannum stendur í frágreiðing frá Vinnumálastýrinum

Vinnumálastýrið hevur boðað frá broytingum í sambandi við virksemið hjá Menningarstovuni. Eftir hesum verður skipað eitt sjálvstøðugt Útflutningsráð. Útflutningsráðið skal føra víðari tann partin av arbeiðinum hjá Menningarstovuni, sum hevur verið at skipa fyri framsýningum uttanlands. Hervið verður týdningarmikli tátturin at menna føroyskan flutning og altjóða kappingarføri styrktur enn meira stendur í frágreiðing frá Menningarstovuni/Útflutningsráðnum.

Arbeiðsbólkur er settur at gera upplegg um eitt Útflutningsráð. Nógvar fyrimyndir eru, bæði um skipan, fígging og samband við tað almenna. Menningarstovan er við í hesum arbeiðsbólki, og áherðsla er løgd á, at stígur og steðgur ikki kemur í verandi útflutningsfremjandi virksemi hjá stovuni, fyri at Útflutningsráðið ikki skal byrja av nýggjum, men kann byggja víðari á tað, sum longu er gjørt.

Arbeiðið at skipa fyri føroyskari fyritøkuluttøku á framsýningum uttanlands heldur sostatt á fram, og miðað verður eftir einari javnari yvirgongd, stendur í frágreiðingini og víðari verður sagt:


Føroyar sum miðdepil

Aftanfyri arbeiðið hjá menningarstovuni á hesum øki hevur ligið ein felags hugsan í vinnuni um:


?Føroyar sum eitt ressourcecenter

?Víðkan av okkara heimamarknaði - Danmark, Ísland og Skotland

?North Atlantic Resource Centre.


Víðari stendur í frágreiðingini frá Vinnumálastýrinum:

-At Føroyar eru eitt útjaðaraøki er nakað, sum vit sjálvi gera av. Vit hava trúð og trúgva upp á Føroyar sum ein miðdepil, og at tað hevur týdning at gera henda depilin kendan hjá keyparum og grannum. Ikki minni er tað týdningarmikið at fáa okkum sjálvi at viðurkenna, at vit eru eitt North Atlantic Resource Centre og her ígjøgnum at fáa føroyskar fyritøkur at gera seg sjónligar og áhugaðar á marknaðinum, bæði í Føroyum og uttanlands, og at fremja hesa hugsan í góðum samstarvi.

Higartil hava vit lagt okkum eftir at verið við á framsýningum, har rímuliga breiður áhugi ella týdningur hevur verið eyðsæddur. Seinnu tíðina eru vit tó farin undir meira almenn vinnumenningarstig, sum t.d. framsýningina Hendur og Hugflog, greinar og temabløð og nú átak sum RekTór í Reykjavík og Ídnaður er Vitan, ídnaðarframsýning í Føroyum.

Nær Útflutningsráðið fer at taka yvir, vita vit ikki enn, men vit hava higartil lagt ætlanir um fyriskipan ella luttøku á hesum framsýningum í 1999, har føroyskar fyritøkur kunnu gera vart við seg heima og uttanlands stendur í frágreiðingini.


Framsýningar í 99

Framsýningar, har luttikið verður undir felagsheitinum North Atlantic Resource Centre:

Fishing ?99 verður í Glasgow í døgunum 4-5-6 mars 1999.

Hetta er fiskivinnuframsýning burturav, sum Emap Heighweigh í London stílar fyri. Framsýningin verður marknaðarførd gjøgnum fiskivinnubløðini Fishing News og Fishing News International og verður hildin í Scottish Exhibition & Conference Centre í Glasgow. Hetta er stórur framsýningardepil, har fleiri framsýningar kunnu vera í senn. Menningarstovan/Útflutningsráðið stíla fyri felagsbási. Higartil hava 12 føroyskar fyritøkur boðað frá luttøku. 5 fyritøkur fara at hava egnan bás á felagsbásinum, meðan hin 7 fyritøkurnar fara at brúka felagsbásin sum upplýsingarbás og »meeting-point« at hitta verandi og framtíðar kundar. Um nóg stórur áhuga verður fyri tiltakinum, verður skipað fyri beinleiðis ferð við Atlantsflogi í samband við framsýningina.


Icelandic Fisheries Exhibition í Kópavági í døgunum 1-2-3-4 september 1999

Hetta er eisini fiskivinnuframsýning burturav, sum Nexus Media Ltd. í London stílar fyri. Framsýningin verður marknaðarførd gjøgnum mánaðarblaðið World Fishing, men sjálvandi eisini gjøgnum íslendsku bløðini, sum Fiskifréttir, Morgunblaðið o.s.fr. Henda framsýning hevur fyrr verið hildin í Laugardalshøllini í Reykjavík 3. hvørt ár, men verður nú av praktiskum ávum flutt til Kópavág. Menningarstovan-/Útflutningsráðið hava bílagt bás á hesi framsýningini. Enn er kortini ikki greitt, hvussu nógvar føroyskar fyritøkur fara at luttaka her, men áhugin sýniast at vera stórur. Trúliga verður eisini her skipað fyri beinleiðis ferð við Atlantsflogi í sambandi við framsýningina.


Offshore Europe í Aberdeen í døgunum 7-8-9-10 september 1999

Hetta er framsýning innan frálandavinnu, sum Offshore Europe Partnership í New Malden í Onglandi stíla fyri. Framsýningin verður marknaðarførd gjøgnum Offshore International yvir Internetið og annars í øðrum bløðum, sum verða útgivin í sambandi við frálandavinnu. Eisini vanligu dagbløðini í Skotlandi gera nógv burtur úr at marknaðarføra framsýningina. Framsýningin verður hildin í Aberdeen Exhibition & Conference Centre. Menningarstovan/Útflutningsráðið saman við Oljumáladeildini og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava bílagt bás á hesi framsýningini, og verður hetta 3. ferð, at føroyskar fyritøkur luttaka á hesi framsýning. Enn er kortini ikki greitt, hvussu nógvar føroyskar fyritøkur fara at luttaka, men roknað verður við dyggari luttøku, eins og árini frammanundan. Trúliga verður eisini her skipað fyri beinleiðis ferð við Atlantsflogi í sambandi við framsýningina.


Framsýningin, har luttikið verður undir felagsheitinum Faroe Export Group

Undir hesum navni hava føroyskar fyritøkur innan fiskavirking og smærri fiskasølurnar bjóðað seg fram. Enn hava tær tó bert luttikið undir hesum heitinum á stóru fiskasølustevnuni, sum er á hvørjum ári í Brússel.


European Seafood Exposition í Brússel í døgunum 20-21-22 apríl 1999

Hetta er stóra fiskasøluframsýningin, har fleiri enn 800 framsýnarar úr fleiri enn 40 ymiskum londum sýna fram »tað sum havið hevur at bjóða«. Faroe Export Group hevur luttikið á hesi stevnuni síðani 1993, undantikið í 1995. Á hesum framsýningum hevur Faroe Seafood Prime ført seg fram á egnum bási og Faroe Export Group á sínum bási. Í ár verður føroyska luttøkan samskipan soleiðis, at Faroe Seafood Prime og Faroe Export Group fara at hava básar, sum liggja beint yvirav hvørjum øðrum, men samanbundnir og sum felagsbásur, at marknaðarføra Føroyar sum útvegara av framúr fiskavørum. Í sambandi við hesa framsýningina verður ikki skipað fyri beinleiðis ferð, av tú at luttakararnir ofta ynskja at nýta tíð at vitja síni viðskiftafólk í hesum partinum av Europe, tá teir kortini eru staddir har, og aðrir flutningsleiðir kunnu verða munandi bíligari.


Felagsframsýningar, sum vit sjálvi fyriskipa:

RekTór ?99 í Reykjavík 6. og 7. mars 1999.

Hósdagin og fríggjadagin 6. og 7. mar verður ætlandi føroyskt framtak í Reykjavík, har føroyska vinnulívið verður umboðað so breitt sum møguligt, bæði tá talan er um føroyska framleiðslu og tænastuveitarar og at marknaðarføra Føroyar sum tilfeingisdepil. Tiltakið er aftursvar til íslendska framtakið TórRek, sum varð hildið í Badmintonhøllini 26. og 27. mars 1998. Endamálið við tiltakinum er at styrkja vinnuliga og mentanarliga samstarvið millum Grønland, Ísland og Føroyar. Høvuðsstaðarsamstarvið Nuuk, Reykjavík og Tórshavn hevur tikið stig til hesi tiltøk, har tað fyrsta av hesum slagi var hildið í Nuuk í 1996. Ætlanin er at marknaðarføra tiltakið væl og reiðiliga, bæði við gerð av serligum framsýningartilfari, men eisini gjøgnum íslendsku bløðini, eitt nú eykablaðið hjá Morgunblaðnum »úr Verinú«. Nógvar fyritøkur hava víst tiltakinum áhuga, men enn er ikki endalig avgerð tikin um, um tiltakið gst veruleiki. Í sambandi við átakið er ætlanin at skipa fyri beinleiðis ferð úr Føroyum og heimaftur.


Hendur & Hugflog 1999, 23-24-25 juli 1999

Fríggjadag, leygardag og sunnudag verður Ítróttarhøllin á Hálsi triðja árið á rað karmur um vælumtóktu søluframsýningina Hendur & Hugflog. Endamálið við framsýningini er at skapa framgongd í handverkinum og hugmyndin, sum søluframsýningin byggir á, er, at listhandverk og heimavirking hava góðar menningarmøguleikar, og at verulig vinnuvirkir kunnu spretta burtur úr handverkinum, um rætt verður atborið. Framsýningin hevur verið væl vitjað og hevur verið sera væl fagnað millum manna.


Ídnaður er Vitan 1999 (møguliga í oktober mánaði)

Henda framsýning er fyri føroyskar framleiðslu- og tænastufyritøkur. Hon varð fyrstu ferð hildin 22-23-24 november í 1996. Ætlanin var at hava framsýningina aftur í 1998, men vegna ov lítla undirtøku varð avgjørt at bíða til 1999. Talan hevur verið um at hava framsýningina í oktober mánaði í ár, men dagarnir fyri framsýningina eru ikki enn fastlagdir.


Aðrar áhugaverdar framsýningar:

Hönnum & Handverk í Reykjavík 23-23-24 apríl 1999

Hetta er framsýning fyri listahandverk og heimavirking. Føroyingar hava fyrr luttikið á líknandi framsýning á Akureyri. Umhugsað verður at fáa onkrar føroyskar luttakarar við á hesa framsýningina.


Aqua Nor í Trondheimi 11-12-13-14 august 1999

Hetta er alivinnuframsýning, sum er annað hvørt ár.


DanFish International í Ålborg 7-8-9-10 oktober 1999

Hetta er fiskivinnuframsýning, sum avloysir World Fishing Exhibition í Bella Sentrinum í Keypmannahavn.

Nærri upplýsingar um framsýningarnar kunnu m.a. fáast við at venda sær til:


Menningarstovan/

Útflutningsráðið

Hoyvíksvegur 51

Postboks 1287

110 Tórshavn

Tel: +298 313028

Fax: +298 310450

E-mail: menningarstovan@

ms.olivant.fo

Heimasíða:

http//ms.olivant.fo